Pride Flag

HANDILS-TREYTIR

Handilstreytir

Handilstreytir


Dagførdar 26.05.2022

Vinaliga les okkara handilstreytir neyvligani, áðrenn tygum nýta https://lgbt.fo heimasíðuna (”Tænastan” ella ”Tænastuna”), ið verður rikin av LGBT+ Føroyar (”Vit, okkum ella okkara”).

Tygara atgongd til Tænastuna er treyta av tygara váttan av, at tygum góðtaka, og ynskja at aktað hesar handilstreytir. Hesar handilstreytir eru galdandi fyri øll vitjandi, brúkarir, og øll onnur, ið veita sær atgongd til Tænastuna.

Veita tygum sær atgongd til Tænastuna, váttað tygum seg vera bundin av hesum handilstreytum. Eru tygum ósamd við nakran part av treytunum, mugu tygum ikki nýta tænastuna.

Treytir fyri keyp


Gjalding

LGBT+ Føroyar tekur í móti gjaldingum ígjøgnum VISA og Mastercard veitarum. Allir prísir verða vístir, áðrenn veitingin, um nøkur, verður rokna uppí. Øll avgjøld eru roknað uppí prísin. Vit nýta ein gjaldsveitara, ið bronglar allar kort upplýsingar, við SSL (Secure Socket Layer). Hetta merkir, at eingin kann lesa tínar dátur.

Veiting

Keyparir úr Føroyum

Vit avgreiða bíleggingar mánadag – fríggjadag, antin við nýtslu at flutningsfyritøku, ella koyra vit bíleggingina út sjálvi. Vit stremba eftir at avgreiða bíleggingar skjótast gjørligt, men bíðitíð kann fyrikoma. Eru trupulleikar við veitingini, so seti tykkum í samband við okkum á lgbt@lgbt.fo

Altjóða keyparir

Vit avgreiða altjóða bíleggingar mánadag – fríggjadag, við nýtslu av flutningsfyritøku. Vit stremba eftir at avgreiða bíleggingar skjótast gjørligt, men bíðitíð kann fyrikoma. Eru trupulleikar við veitingini, so seti tykkum í samband við okkum á lgbt@lgbt.fo. Kostnaðir fyri altjóða flutning kunnu vera skiftandi.

Garanti

Tá ið tú keypir umvegis Tænastuna, er eitt tvey ára garanti galdandi, í samsvar við Føroyska lóggávu. Garantii er galdandi fyri brek ella feilir í tilfari ella framleiðslu.

Brúkarin hevur sjálvur ábyrgdina av at veita vøruna aftur til LGBT+ Føroyar, um feilur er í.

Vinaliga setið tygum í samband við LGBT+ Føroyar á lgbt@lgbt.fo, áðrenn tygum bera aftur vørur til umbýtingar.

Ber vøru aftur til:

LGBT+ Føroyar

Tórsgøta 16

FO-100 Tórshavn

Føroyar

Afturgjald

Um tygum fáa váttað afturgjald, fylgi so vegleiðingini í teldubrævinum, ið tygum hava fingið frá okkum.

Afturbering

Við keyp er ein iðranarrættur, ið er áljóðandi 14 samdøgur, galdandi frá móttøkudegnum. LGBT+ Føroyar metir í flestu førum alla søla sum endaliga, eftir iðranarrætturin er lokin. Tó eggja vit viðskiftafólk at seta seg í samband við okkum, um onnur avtala skal gerast, ella iðranar-, afturberingar- ella umbýtingarrættur skal leingjast.


Kærur

Um tygum hava eina kæru um eina vøru ið tygum hava keypt umvegis Tænastuna, kunnu tygum senda eina kæru til

lgbt@lgbt.fo

Upphavsrættur

Tænastan, og hennara frumrit, eginleikar og funkure ru, og fara altíð at vera, ogn hjá LGBT+ Føroyum, skaparum av tænastuni og loyvisveitarum.

Leinkir til aðrar heimasíður

Tænastan kann innihalda leinki til triðja part, ið ikki er stýrdur av LGBT+ Føroyum.

LGBT+ Føroyar hevur einki ræði yvir, og tekur onga ábyrgd av, teirri innihaldi, privatlívspolitikki ella hættir hjá nøkrum triðja parts heimasíðum ella tænastum, ið leinkja verður til. Tygum góðtaka eisini, at LGBT+ Føroyar ikki skal dragast til ábyrgd, beinleiðis ella óbeinleiðis, fyri nakað, ið triðja-parts heimasíður ella tænastur kunnu elva til.

Vit ráða til at lesa nýtslutreytir og privatlívspolitikk hjá øllum heimasíðum, ið tú vitjar.

Avtøka

Vit kunnu steðga, avmarkað ella noktað atgongd til Tænastuna stundisligani, uttan fráboðan ella ábyrgd, óanssæð orsøk.

Fráboðan

Tín nýtsla av Tænastuni er tín egna ábyrgd. Tænastan verður veitt SUM HON ER og SO HVØRT HON ER TØK.

Lógir

At fylgja lógum er sera umráðandi fyri okkum.

Hesar treytir skulu vera innanfyri føroyska lóggávu, og verður brot staðfest á einstakari treyt, víkir tann einstaka treytin fyri lógini, tó eru allar aðrað treytir galdandi

Broytingar

Vit tilskila okkum rætt til eina og hvørja tíð at broyta treytinar fyri Tænastuna, uttan fráboðan.
 

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi treytunum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.