Fríggjadagin 14.10 kl. 19 verður spennandi fyrilestur við Line Rørbæk Jacobsen.
Line er sosialráðgevi og mamma Astu, sum er tvørkynd, og vóru tey sum familja við í heimildarøðini hjá DR, Et helt menneske.
Eisini er Line nevndarlimur í danska felagskapinum Foreningen for Støtte til Transkønnede Børn (FTSB).
Fyrilesturin tekur støði í persónligum upplivingum hjá familjuni, men er eisini um tað at vera tvørkynd/ur og heilsuverkið í hesum sambandi.
Line fer eisini at fortelja um arbeiði hjá FTSB og ráðgevingina hjá teimum.
Høvi verður at seta spurningar.
Fyrilesturin er fyri øll – bæði tvørkynd og teirra familjur og tey, sum vilja læra eitt sindur um tað at vera tvørkynd/ur. Eisini hóskar fyrilesturin seg væl til starvsfólk á stovnum og skúlum, sum arbeiða við børnum og ungum.
Tiltakið er ókeypis og verður í Auluni í Finsen.
Leinkja til Et helt menneske: https://www.dr.dk/drtv/serie/et-helt-menneske_317706
Comments