top of page
LGBT+ Føroyar

Hesi støð vera merkt av Pride rekkjukoyringini í dag


Í dag, 27. juli, verður Faroe Pride rekkjukoyring í Havn og á Skálafjørðinum. Hetta hevur við sær at ferðslan verður nakað tarna í tíðarskeiðnum kl. 17-19.


Rekkjukoyringin fer av Sundi kl. 17 og koyrir síðan gjøgnum Eysturoyartunnulin og upp á Strondum. Her verður koyrt eftir niðara vegi og til Skála, har tað so verður koyrt eftir Skákinum niðan á landsvegin og síðan runt Skálafjørðin eftir høvuðsvegum allan vegin, har leiðin so gongur gjøgnum Eysturoyartunnulin aftur til Havnar.


Tá komi verður til Tórshavn uml kl. 18 gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsveg, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman Traðargøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman Jóanesar Patursonargøtu og steðga so eina lítla løtu í Steinatúni. Tá bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið kl. 19 er Pride-rekkjukoyringin liðug.


Tey sum ikki koyra við, eru vælkomin at standa við vegin og vinka, tá koyrt verður framvið.


49 views0 comments

Recent Posts

See All

Comentarios


bottom of page