Ert tú LGBT+’ari?
Hevur tú eitt kristiligt trúarlív? Hevur tú havt eitt?
So er at vera við hóskvøldið 24. mars kl. 19, har núverandi og fyrrverandi kristnir LGBT+’arar fara at hittast til eitt hugnaligt kvøld.
LGBT+ Føroyar fær javnan áheitanir frá LGBT+’arum kring alt landið, sum hava trupult við at fóta sær í einum kristnum umhvørvi, bæði tey, sum eru trúgvandi, og ikki.
Tað, sum oftast eyðkennur hesi, er, at tey kenna seg púra einsamøll.
Tískil velur LGBT+ Føroyar nú at skipa fyri einum kafekvøldi fyri LGBT+’arum, sum kundu hugsa sær at hitt aðrar LGBT+’arar, sum standa í somu støðu ella hava havt somu avbjóðingar, og at tosa um, hvørjar avleiðingar hetta hevur havt við sær, og hvønn tørv ein hevur fyri einum trúarlívi.
Kvøldið leggur upp til eitt yvirskipað prát, har vit fara at tosa um, hvør tørvurin er fyri einum tílíkum kvøldi, hvørji evnir, ein kundi hugsað sær, vit tóku upp og so bara hugni fyri rest.
Okkara royndir vísa, at tað er av alstórum týdningi, at vit hava onnur av spegla okkum í og at hava ein felagsskap við onnur, soleiðis einsemi og kenslan av at kenna okkum skeiv ikki tekur yvir, sum, í ringasta føri, kann hava sera álvarsligar fylgir.
Tiltakið byrjar hóskvøldið kl. 19 í hølunum hjá LGBT+ Føroyar á Tórsgøtu 16 ovast í bygninginum. Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 22. mars á Facebook ella Instagram hjá LGBT+ Føroyar, soleiðis at fyriskipararnir betri kunnu leggja kvøldið til rættis.
Tiltøkini hjá LGBT+ Føroyar fyri lgbt’arum eru altíð í einum tryggum umhvørvi, har vit virða mørk og privatlívið hjá hvørjum øðrum, so ein kann kenna seg trygga/n at luttaka.
Komentarze