Rættindi hjá samkyndum familjum skulu tryggjast


Umboð fyri Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava lagt fram ein lógarpakka, sum


skal tryggja javnrættindi til samkyndar familjur og børn teirra.

Tey skriva soleiðis: “Fleiri samkyndar familjur hava víst á manglandi rættindi í lóggávuni. Tí er hetta eitt umráðandi mál at loysa. Enn hevur meirilutin á tingi ikki tikið undir við at geva samkyndum javnrættindi. Løgmaður hevur sagt, at hann ætlar at loysa málið, men enn er onki hent.


Tað er átrokandi at loysa avbjóðingina, og tí verður lógarpakkin lagdur fram.



– Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við foreldrunum. Tí tað er hesa tíðina, at tryggleikin og tøttu bondini restina av lívinum verða knýtt, skriva umboð fyri flokkarnar.


Lógarpakkin við fleiri uppskotum er enn eitt fet á leiðini at fáa fult javnsett rættindi fyri samkyndar borgarar í Føroyum. Talan er um rættin til sammóðurskap, barsilsrættindi og arvarættindi við meira, sum verða tryggjað fyri familjurnar.

Við hesum verður eitt avgerandi fet tikið í mun til at skapa javnstøðu í familjurættarligu lóggávuni.”

Vit vóna sjálvandi, at tað verður ein saklig og virðilig viðgerð av málinum, og at vit endiliga fáa somu rættindi sum aðrar familjur í Føroyum.


23 views0 comments