top of page
Pride Flag

RÆTTINDI

VUNNIN RÆTTINDI

Samkyndleiki er ikki longur ólógligur

Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár

Samkyndleiki er ikki ein sinnissjúka

Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sinnissjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tekur somu avgerð í 1991.

Aldursmarkið verður javnstillað við hinskyndum

Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum.

Samkynd kunnu gera hernaðartænastu

Føroysk samkynd hava vunnið rættin at arbeiða ella gera tænastu í danska herðinum, sum eisini skal verja Føroyar. Hetta var broytt longu í áttatiárinum.

Ikki loyvt at niðurgera ella hótta fólk vegna kynsliga sannføring

Eftir at hava verið og vent í Løgtinginum fyri triðju ferð, verður §266b endaliga broytt í 2006 soleiðis, at kynslig sannføring (seksuel orientering) eisini verður nevnt í lógini, ið skal forða slíkum “hatespeech” í Føroyum.

Samkynd eisini fevnd av pensjón- og lívstryggingarlóggávu

Nýggj tryggingarlóggáva, sum kemur í gildi í 2010, ber so í bandi, at fólk, ið hava livað í “hjúnabandslíknandi støðu í meira enn tvey ár” verða mett sum maki hjá tryggingartakaranum. Soleiðis kunnu samkynd eisini arva pensjón og lívstrygging hjá hvør øðrum, um annar parturin doyr.

Tvørkyndleiki er ikki longur ein sinnissjúka

1. januar 2017 varð tvørkyndleiki alment strikaður sum ein sálarligsjúka í danska heilsuverkinum. Føroyska og grønlendska heilsuverkið fylgja vanliga øllum tilmælum frá tí danska. Danmark er fyrsta landið í heimunum, ið avgerð, at tað ikki longur ynskir at lýsa tvørkynd sum sinnissjúk. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tók somu avgerð sum danir í 2019.

Samkyndleiki ella homosekualitetur varð somuleiðis mettur at vera ein sálarsjúka, ið kundi lekjast fram til 1981 í Føroyum og restini av danska kongaríknum. Meðan WHO ikki strikaði samkyndleika sum eina sinnissjúku fyrr enn í 1991.

Samkynd kunnu nú gifta seg borgarliga

30. mai 2017 viðtók Føroya Løgting langt um leingi at broyta føroysku hjúnabandslógina, so samkynd pør eisini kunnu gifta seg borgarliga. 18 atkvøður fyri og 14 ímóti. Øll samgongan hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, eins og Edmund Joesen úr Sambandsflokkinum atkvøddu øll fyri lógarbroytingini. Magni Laksafoss úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddi fyri uppskotinum undir 2. viðgerð, var uttanlands til 3. viðgerð.

Tað stendur nú føroysku Fólkakirkjuni samstundis frítt um tey ynskja at vælsigna samkynd hjún, ið eru borgarliga gift. Men hetta kann ikki gerast fyrr enn kirkjan sjálv avgerð um ynskir ella ei at gera eitt hóskandi ritual fyri samkynd pør, eins og tey longu hava fyri hinskynd pør.

Samkynd kunnu ættleiða

Tá samkynd pør fingu loyvi at gifta seg sum hjún, so fingu hesu somu samkyndu hjún loyvi at ættleiða børn á jøvnum føti við hinskynd pør. Í 2018 fingu hinskynd og samkynd pør loyvi at ættleiða sum bæði gift og ógift pør. Samkynd pør kunnu eisini vera fosturforeldur í Føroyum.

Ókeypis HPV-koppsetingin til bæði gentur og drongir

HPV-koppsetingin til gentur, sum er at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba hjá kvinnum, fyribyrgir eisini munnholukrabbamein, analkrabbamein og peniskrabbamein. Henda koppseting var í fleiri ár ókeypis fyri gentur, men ikki drongir í Føroyum.

Føroyum og í Danmark er ætlanin, at menn verða vardir við, at tær kvinnurnar, teir hava kynsligasamvera við eru longu koppsettar, og sostatt ikki smitta teir við HPV. Samkyndir menn, tvíkyndir menn og menn, ið hava sex við øðrum monnum, verða tí ikki vardir á sama hátt, um teir ikki eru koppsettir.

Tí kunngjørdi landsstýriðskvinnan Sirið Stenberg í 2019, at tilboðið um ókeypis HPV-koppseting eisini verður veitt til dreingir í aldrinum 12-17 ár.  Løgtingið hevur samtykt at játta pening til at víðka tilboðið í Føroyum, so mismunur ikki longur verður gjørdur á kyni, kynsligari sannføring og/ella kynsligum samleika á hesum økinum í Føroyum.

Ávísir samkyndir menn kunnu lata blóð

Lívslanga bannið hjá samkyndum monnum at lata blóð í Føroyum varð avtikið í 2020, eftir at danska heilsuverkið avgjørdi at gera tað sama. Men hetta er einans galdandi fyri menn, sum ikki hava havt kynsligt samband við aðrar menn síðstu 6 mánaðarnar. Í Danmark er sóttarhaldið 4 mánaðir og í Bretlandi er tað bara 3 mánaðar. 

VANTANDI RÆTTINDI

Antidiskriminatiónslóg

Vit hava ongar antidiskriminatiónslógir á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Hvørki vegna kynsliga sannføring, kynsligan samleika ella nakað annað.

Hate crime

Kynslig sannføring og samleiki er ikki partur av føroysku hate crime lógini (§ 81, nr. 6 í Revsilógini).

Barsilskipanin

Samkynd hjún/pør eru ikki javnsett við hinskynd hjún/pør í føroysku Barsilskipani.

Samforeldur

Fólk av sama kyni kunnu ikki gerast sammóður ella samfaðir hjá biologisku børnunum hjá sínum maka av sama kyni.

Ísáðing

Samkyndar kvinnur hava ikki sama møguleika at fáa ókeypis ísáðing umvegis føroyska Heilsuverkið eins og hinskyndar kvinnur kunnu fáa.

Blóðgevi

Samkyndir menn kunnu í dag geva blóð í Føroyum, um teir ikki hava havt kynslit samband við aðrar menn síðstu 6 mánaðarnar. Í Danmark er henda tíðin einans 4 mánaðar og í Bretlandi 3 mánaðar. Føroyska heilsuverkið fylgir vanliga altíð vegleiðingunum og mannagongdunum hjá danska heilsuverkinum, men tey hava valt at ikki gera so í hesum føri.

Lógfrøðiligt kynsskifti

Tað ber ikki til at skifta kyn løgfrøðiliga í Føroyum uttan verða geld/ur fyrst. Hetta vil siga, at man sum tvørkyndur ella millumkyndur kann framvegis ikki skifta navn og kyn á almennum og løgfrøðiligum skjølum og samleikaprógvum í Føroyum, uttan at bæði skifta sítt lívfrøðiliga kyn og gerast lívsørin fyrst. 

bottom of page