LGBT+ RÁÐGEVINGIN
Vit hava fleiri ráðgevar, sum tú kanst venda tær til við tínum trupulleikum.
Okkara ráðgevarar vita, hvat tað snýr seg um, tá man stendur í støðuni at skula spretta, og vita eina rúgvu um onnur atknýtt viðurskifti, sum eru viðkomandi hjá fólki, sum hava ein kynsligan samleika, ið er ørðvísi.
Okkara ráðgevar hava roynt nógv av tí sama sum tú, og vita tí væl hvat tað er, ið tú fert ígjøgnum. Trupulleikar við familju, vinum, skúlafeløgum, átrúnaði, fordómum, happing, avbjóðingin við at spretta osv. Vit vilja gjarna stuðla tær í tínari støðu, og veita tær góð ráð.
Øll ráðgeving verður gjørd í trúnaðin, og tú nýtist ikki at upplýsa hvør tú ert.
Venda tær til okkara á, við at trýsta á LGBT+ RÁÐGEVINGIN knøttin niðast á síðuni, ella skriva til lgbt@lgbt.fo, og fá eitt prát við fólk sum kunnu fyrihalda seg til tína støðu, tínar kenslur og trupulleikar, og vilja stuðla tær 100%.
Gigni
Eisini ber til at venda sær til Gigni, sum hevur nógvar skilagóðar heilsufrøðingar, ið fegin vilja vegleiða teg nærri um kynslív, at spretta og at vera sam-, tví- ella tvørkyndur í dagsins Føroyum.
Tú & Eg
Barnabati hevur eisini eina ráðgeving til ung, sum tey rópa Tú & Eg ráðgevingin.
Um tú ynskir at tosa við Tú & Eg Ráðgevingina, kanst tú ringja 116 111 hesar tíðir:
Hvørt kvøld kl 20:00 til 22:00 og
Gerandisdagar frá kl 9:00 til kl 16:00