top of page
Pride Flag

ORÐALISTI

Aseksuell/ur (en.: asexual)

Tað, ikki at hava kropsligan hug á nøkrum.

 

Draggdrotning ella draggkongur (en.: drag queen, drag king)

Ein maður ella kona, sum viðhvørt og til serligt høvi, lata seg í klæðir hjá tí mótsatta kyninum fyri at undirhalda ella flyta síni mørk ella mørkini hjá øðrum um kyn og ímyndina av kynunum.

Talan er ofta um hermandi og yvirdrivin klæðir, mál og hugburð. Ein draggdrotning ella kongur nýtist hvørki at vera samkynd/ur ella tvørkynd/ur, men kann vera tað.

Hinskynd/ur (en.: heterosexual, straight)

Tey, ið hava hug á onkrum við øðrum kyni enn tí, tey sjálvi hava, eru hinskynd. T.d. ein kona, sum hevur hug á einum manni.

Heteronormativitetur (en.: heteronormativity)

Tann ofta ótilvitaða áskoðanin, at tað einasta rætta og normala er at forelska seg í og liva saman við einum persóni av tí øvugta kyninum. At ein eigur at fylgja ásettu siðbundnu sosialu reglunum um hvat er mannsligt og kvinnuligt, og at alt annað er ónormalt.

Krossávirkan (en.: intersectionality)

Eitt orð, sum kann nýtast at lýsa tað, at øll hava fleiri ymiskar samleikar samstundis, og tað at fólk eru fyri mismuni ella hava framíhjárættindi vegna ein ella fleiri av hesum samleikunum. Ofta eru fólk fyri mismuni á einum øki vegna ein samleika tey hava, men hava framíhjárættindi á øðrum økjum vegna ein annan samleika.

Kvir/ur (en.: genderqueer)

Tað er ymiskt, hvussu fólk brúka orðið kvir ella kvirur. Men stutt kann sigast, at fólk kalla seg kvir, um ein ikki dugir ella ynskir at fella í nakran bólk, hvørki viðvíkjandi kynssamleika ella kynsligari sannføring. Ofta ein, ið viðurkennir, at bæði hesi fella á eitt spektrum.

Kyn (en.: sex)

Lívfrøðiligt kyn.

Kynsfatan (en.: gender)

Fatanin av, hvussu kallkyn og kvennkyn síggja út ella bera seg at.

Kynslig sannføring (en.: sexual orientation)

Kynslig sannføring sipar til hvat kyn tú hevur hug á ella ert kynsliga drigin til.

Kynssamleiki (en.: gender identity)

Tann kynsfatanin mann hevur av sær sjálvari ella sær sjálvum.

Kynsskifti (en.: transition, sex change)

Tað at ein broytir sítt kropsliga ella lívsfrøðiliga kyn, so tað svarar til ta kynsfatan, ein hevur av sær sjálvum ella sær sjálvari. Tað kann t.d. vera við at taka serligan heilivág ella við skurðviðgerð.

LGBTari (en.: LGBT person)

Ein altjóða stytting, ið lýsir persónar, ið hava eina aðra kynsliga sannføring enn tí hinskyndu ella hava ein kynssamleika, sum ikki er viðkyn. Er ein stytting fyri “lesbian, gay, bisexual, transgender”. Fyribrigdið mennist við tíðini og so hvørt, sum meira gransking verður gjørd á økinum. Í dag verður bókstavaraðið eisini víðkað til LGBTQIA+ (Lesbian, Gay, Bisexual, Transgender, Queer, Intersex, Asexual, Plus Others)

Millumkyn (en.: intersex)

Tey, ið hava kynsgøgn, sum hava eyðkenni frá bæði kallkyns- og kvennkynskroppum. Tað er ymiskt, hvussu kynsgøgnini síggja út, og tað kunnu vera bæði uttaru og innaru kynsgøgnini, sum eru bæði kallkyn og kvennkyn.

Panseksuell/ur (en.: pansexual)

Tey, ið kunnu hava hug á øllum menniskjum óansæð teirra kynsliga sannføring ella kynssamleika, kallast panseksuell.

Pride (en.: pride)

Pride merkir “stoltleiki” á enskum, og er ein árlig skrúðgonga, sum er í flestu stór býum og høvuðsstaðum í londum, har fólkaræði og frísinnið ræður. Talan er um eitt alment tiltak fyri at vísa, at man er stoltur av at vera tann, sum man veruliga er, og at man ynskir og stuðlar javnrættindum.

Fyrsta Pride skrúðgongan var í New York, USA í 1970. í Føroyum hevur tiltakið heitið Faroe Pride, og er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar – sama hvørja kynsliga sannføring ella kynssamleika, ein sjálv/ur hevur.

Samkyndur maður (en.: homosexual, gay)

Maður, ið hevur hug á onkrum av sama kyni, sum hann sjálvur hevur.

Samkynd kvinna (en.: homosexual, lesbian)

Kvinna, ið hevur hug á onkrum av sama kyni, sum hon sjálv hevur.

Samfaðir (da.: medfar)

Tá tveir menn fáa børn við burðarmóðir. Tá er maðurin, ið hevur latið sáðið, pápi ella faðir, meðan hin maðurin fær løgfrøðiliga heitið samfaðir.

Sammóður (da.: medmor)

Tá tvær kvinnur fáa børn við ísáðing. Tá er kvinna, ið ber barnið, mamma ella móður, meðan hin kvinnan fær løgfrøðiliga heitið sammóður.

Stuðul (en.: ally)

Ein, sum brúkar síni framíhjárættindi á einum øki til at hjálpa teimum, sum uppliva mismun á sama øki.

Tvíkynd/ur (en.: bisexual)

Tey, ið hava hug á bæði monnum og kvinnum.

Tvískipað og ei-tvískipað (en.: binary, non-binary)

At vera ella hugsa tvískipað er fatanin um, at tað eru bara tvey kyn, kallkyn og kvennkyn, og hesi bæði kynini eru sjálvstøðug og mótsetningar av hvør øðrum. Man er antin maður ella kona, drongur ella genta og mansligur ella kvinnuligur. Í hesum føri er áskoðanin um tvey kyn og kynsútrykk fastlást og støðugt.

Ei-tvískipað er hinvegin fatanin um, at kyn kunnu vera fjølbroytt og at ymiskir kynssamleikar og kynsútrykk eru til, og hesi passa ikki altíð inn í eina tvískipan, har bara tvey kyn eru til. Harafturímóti verður mett, at summi fólk fella ymsastaðni á linjuni millum kallkyn og kvennkyn. Tey rópa seg ei-tvískipað.

Tvørkynd/ur (en.: transgender)

Ein hvørs kynssamleiki svarar til kynsfatanina um tað mótsetta kynið, sum til dømis ein við kallkynskroppi, ið sær seg sum gentu ella kvinnu, ella ein við kvennkynskroppi, ið sær seg sum drong ella mann.

Við øðrum orðum kynssamleikin samsvarar ikki við lívfrøðiliga kynið, sum viðkomandi fekk tilskrivað sum barn. Tvørkynd vilja ofta, men ikki altíð, fara undir at broyta kroppin við heiligvági og skurðviðgerð, so kroppurin samsvarar við rætta kynssamleikan.

Transvestit (en.: transvestite, cross-dresser)

Er persónur, ið gleðist við at lata seg í klæðir hjá tí øvugta kyninum. Hesin áhugi hevur einki við teirra kynsligu sannføring at gera. Talan er ofta um mannfólk.

Viðkyn (en.: cis, cis-gender)

Ein hvørs kynssamleiki svarar til ta kyn, sum viðkomandi fekk tillutað við føðing. Við øðrum orðum, viðkyn er tað øvugta av tvørkyn.

Ymisk fobi (en.: bifobia, homofobia, transfobia)

Ein persónur, sum hevur ein óskilbornan ótta fyri sam-, tví-, ella tvørkyndum fólkum. Ein persónur, sum ikki brýggjar seg um t.d. sam-, tví-, og tvørkynd. Ein persónur, sum vísir sín mistokka ella beinleiðis andstygd fyri hesum menniskjum vegna teirra kynsliga sannføring ella kynssamleika umvegis hugsan, talu og/ella gerðir.

Ælabogi (en.: rainbow)

Ælabogin er symbolið og flaggið hjá altjóða rørsluna til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd. Ælabogaflaggið, sum vit kenna tað í dag, varð sniðgivið av Gilbert Baker í San Francisco í 1978.

Ælabogafamilja (en.: rainbow family)

Í eini ælaboga familju er í minsta lagi ein vaksin limur LGBTari.

Ælabogabarn (en.: rainbow child)

Eitt barn í eini ælabogafamilju.

bottom of page