top of page
esthermpetersen

Røðan hjá Anniku Ró Samuelsen á Altjóða Kvinnudegnum

Tað er ein heiður fyri meg at vera saman við tykkum í kvøld í hesi vøkru løtuni. Eg eri takksom fyri møguleikan at deila mína søgu við tykkum. Eg má takka fyriskiparunum av Femifagnaðinum fyri at skapa eitt stað, eitt forum, fleirmælt forum enntá, har vit kunnu hava ein opnan og sannan dialog um tær støður og teir spurningar, ið veruliga týða nakað fyri okkum. Saman ber til hjá okkum at skapa eina meira fevnandi og meira rættvísa verð fyri øll. Tit hava stórt rós uppiborið. Sum tvørkynd kvinna standi eg frammanfyri tykkum errin og við tign. Mín ferð í gjøgnum lívið hevur snúð seg um viðraking, broyting og menning. Eg havi stýrt mær sjálvari í gjøgnum tær avbjóðingar og væntanir, ið samfelagið hevur av mær, og okkum, og í gjøgnum tíðina gjørdist eg ein sterkari og sjálvsikkrari kvinna. Ígjøgnum mínar persónligu bardagar havi eg fingið eitt forstáilsi fyri vakurleikanum og fjøltættanini av lívinum. Sum kvinna havi eg eitt serstakt sjónarmið til verðina, og eg veit, at vit øll kunnu náa stórleika, óanssæð hvørjar umstøður vit koma frá ella liva í. Eg eri her í dag fyri at deila mína søgu við tykkum og vónandi hugkveikja ella lívga onnur til at góðtaka, virða og viðurkenna teirra egnu ferð ígjøgnum lívið. Tá ið vit savnast her í dag, til altjóða kvinnudagin, er umráðandi at viðurkenna teir bardagar, ið kvinnur ígjøgnum søguna hava muga barst fyri. Føroyskar kvinnur hava sjálvar staðið yvirfyri sínum egnu serstøku avbjóðingum. Frá javnstøðu viðvíkjandi rættvísa atgongd til útbúgving og starvssetan til at sleppa at vera viðurkendar sum einstøk menniskju og fáa stemmirætt og politiska viðurkenning sum leiðandi partar av samfelagnum. Tað er so umráðandi, at vit minnast tær sterku kvinnur, ið hava verið her undan okkum, ið hava gjørt, tað tær kundu fyri tey rættindi, ið vit njóta væl av í dag. Nú vit heiðra brøgd hjá kvinnum, latum okkum eisini heiðra tað arbeiðið, ið enn verður barst fyri, av kvinnum, til øll. Vit skylda teimum slóðbrótarum, ið vóru her áðrenn okkum, at blíva við at kempa fyri einari meira og meira rættvísari verð fyri allar kvinnur. Tá ið eg hyggi aftur á mína egnu ferð at uppdaga og koma til sættis við mítt kyn, gerist eg hugtikin av teimum avbjóðingum, ið tvørkynd møta, í lívi sínum. Fyri nógv okkara er tilgongdin at skifta kyn og góðtaka okkara sannleika ikki ein løtt tilgongd, og hon kann vera full av ørvitisskapi, ótta og ótryggleika. Tað tekur alla tíðina vit eiga og allan kærleika og stuðul frá okkara kæru, til at vit fáa viðurkent okkara veruleika. Tað er ein trupul og harður teinur at ganga, men at gjøgnumføra tað er tað vert. Tá ið vit endiliga eru før fyri at liva sum vit sjálvi, kenna vit eina fríheit og gleði, ið er sera hørð at seta orð á. Eg trúgvi, at tað er umráðandi fyri okkum øll, at vit mugu kunna liva sum vit eru, uttan at óttast fyri lívinum. Tað er ein grundleggjandi kvinnurættur (mannarættur), og ein rættur, ið skal verjast og varðveitast fyri øll menniskju. Tískil latið okkum, á altjóða kvinnudegnum, heiðra ferðina hjá øllum kvinnum, so ymiskar sum tær munnu vera, og viðurkenna týdningin av at skapa eina verð, har øll føla seg frí til at útrykkja seg sjálvi og vera glað, akkurát sum tey eru. Við Guði sum vitni, so kann eg siga, at eg havi verið í gjøgnum nógv stríð og nógvar avbjóðingar á mínari ferð. Illsinnaði orð og óndskapur er eitt, men tann størsta avbjóðingin, ið eg havi havt, er manglandi forstáilsi og góðtøka. Transfobi, mismunur og forfylging trívast enn nógva staðni, og tað kann sjálvandi gera sítt til, at tvørkynd ikki fáa liva, sum tey eru. Uttanhýsis avbjóðingar eru eitt, men har eru eisini nógvir innanhýsis bardagar, serliga tað at koma til sættis við at man er tvørkynd. Sjálvsag, er hettar ein harður dystur, ið tvingaði meg at gera upp allar mínar skeivleikar og viðurkenna, at mínar kenslur, um at tvørkyndleiki var skeivur, nú so brátt snúðu seg um meg sjálva. Sum tvørkynd kvinna beri eg merki av at yvirliva. Eg føli vektina av angis og av at vera happa og háða av teimum, ið ikki skilja meg. Eg eri blivin steðga av myndugleikum, ið síðani hava sátt teirra iva um meg og gjørt gjøldur burtur úr, hvat eg eri. Eg havi eisini kent persónlig stríð, ið hava skaka meg væl inn í mína sál. Eg havi hildið út ta sorgina, ið kvinnur flest kenna - at fáa ræðið tikið av mær. Tað er tó ein sorg, ið er yvir allar aðrar í lívi mínum. Tað er, at eg fari aldrin at bera eitt barn í hendan heim. Tankin, um at eg ikki eri fødd lívfrøðiliga sum konufólk, spøkir meg. Tað er har, ígjøgnum øll míni ár, ið mín sorg, mítt angist og mín djúpasta vreiði liggja.

Altíð havi eg havt trupult við at fyrigeva mínum Skapara fyri at hava blandað kortini so miki nógv í móti mær. Tó yvir tíð eri eg komin at skilja, at Guð ikki leitar eftir mínari fyrigeving. Hóast Guð ikki gevur við báðum hondum, má eg bara eisini ásanna, at hann ger eiheldur mistøk. Eg má fyrigeva mær sjálvari. So eg fyrigevi mær sjálvari fyri ta pínu og sorg, ið eg havi borið so leingi. Eg havi gjørt mær tað sum mál, at hjálpa øðrum at skilja og góðtaka, hvat tvørkyndleiki er. Eg vil stuðla rættindum til øll fólk, óansæð kyn ella samleika. Ja, mín fer ígjøgnum lívið hevur verið hørð, men hon hevur leitt meg til at góðtaka meg sjálva í friði og náðum. Og fyri tað eri eg serligani takksom. Samstundis eru eisini púra praktiskar avbjóðingar, sum eg og onnur tvørkynd standa yvirfyri í samfelagnum. Sum dømi so kann vera torført at fara til lækna, banka ella annað, har persónspappírir skulu nýtast. Tað er ringt fyri nógv at skilja hví, og tað er púrasta okay ikki at skilja tað, men fyri meg so vildi eg heldur fremja dokumentfalsk enn at vera sædd sum nakað, ið eg ikki var longur. Tá ið tvørkynd “spretta”, kann verðin væl gerast ljósareyð. Tað at liva sum tað veruliga menniskja, ið man er, er tað besta, ið kann henda einum menniskja. Tað sigur seg sjálvt.

Eftir medisinskt kynsskifti er byrjað, so eru aðrir trupulleikar. Nøkur dømi eru: Eg hevði trupulleika at atkvøða til fólkatingsval, tí tað varð sáddur ivi, um eg var tann, ið samleikaprógvið segði eg var Tað er vandi fyri at vera vend í hurðini í støðum har samleiki er umráðandi, eitt nú við blóðroyndum ella tá man skal inn í eitt land, onkuntíð tá man kemur heim til Føroyar eisini. Tvørtur um alt hettar so hyggi eg at framtíðini við blíðleika og vón fyri okkum. Vísast kann á vaksandi forstáilsi og viðurkenning av tvørkyndum, og nógv menniskju og nógvir felagsskapir arbeiða fyri at skapa eitt meira rúmligt og góðtakandi samfelag. Tað er mín vón, at vit, við at blíva við at kunna, læra og virða onnur, kunnu skapa eina verð, har tvørkynd eisini vera góðtikin fyri tey, tey eru. Til tá er tað umráðandi at vit framvegis stuðla hvør øðrum og skapa rúm fyri øllum, har øll kunnu føla seg trygg og stuðlað. Sjónligheit og umboðan er avgerðandi fyri ein og hvønn minniluta, ið leitar sær viðurkenning og góðtøku. Hetta er eisini galdandi fyri tvørkynd, ið leingi hava kempað fyri at vera hoyrd, og at fáa teirra avbjóðingar viðurkendar. Við at deila okkara søgur, og við at vera sjónlig, royna vit at gera okkara fyri, at bróta niður teir múrar av fordómum og misfatanum, ið forða fyri, at vit vera sædd sum menniskju. Tað er við kærleika, umboðan og at vera sjónlig, at vit saman kunnu byggja eitt samfelag, ið heiðrar og skilir ymiskleikan, ið býr í øllum menniskjum. Eg føli meg noydda at arbeiða fyri eini framtíð, har ein og hvør, óanssæð kyn, kann liva uttan ótta fyri lívi sínum. Tí vit vita av sonnum, at er tað nakað, vit kvinnur hava kent, so er tað ótta fyri lívi okkara. Tað er umráðandi, at vit føla okkum ernar av teimum fetum frameftir, og teimum úrslitum, ið vit hava megnað at bart okkum fram til tey seinastu árini. Bæði her heima í Føroyum, og úti í heiminum. Sum tvørkynd kvinna, ið býr í Føroyum, eri eg øgiliga væl tilvitað um tey framíhjárættindi, ið eg havi, og ta atgongdina til stuðul frá einum fantastiskum heilsuverkið, bara við at vera fødd í hesum landi. Eg øtist við, tá ið eg hugsi um tær kvinnur, ið vera steinaðar, dripnar og neyðtiknar. Skil meg tó rætt, Føroyar hava verið og forseta at vera eitt vandamikið stað fyri tvørkynd, serliga tvørkyndar kvinnur. Syrgiligi sannleikin er, at vit megna at stýra okkum burtur frá skuggasíðuni í Føroyum. Men veruleikin er tann, at tá ið tað fer at henda at ein av okkum verður funnin uttan lív, so mugu vit ásanna, at tað hevur bara verið bíða eftir tí. Føroyar hava gjørt stór framstig fyri at betra um rættindi og at verja tey menniskju, ið búgva her. Eg eri errin av at vera føroyingur, hóast vit hava so nógv at arbeiða við. Vit mangla enn løgfrøðiligt kynskifti, so tvørkynd kunnu skifta kyn á pappírinum, ikki bara í blóðinum. Vit mangla sálarfrøðiligan depil og medisinskar viðgerðir fyri tvørkynd í Føroyum. Í staðin verða vit send uttanlands í viðgerð, upp í móti fleiri ferðir um árið. Vit mangla at hyggja at okkara málið og tora at gera nýggj hugtøk, so vit kunnu vera meiri fevnandi. Eg so inniliga vóni, at vit kunnu halda fram við at byggja uppá tey framstig, ið vit hava framt, við vón um eina betri framtíð. Sum tvørkynd standi eg frammanfyri tykkum í kvøld, sum eitt testamenti uppá styrkjuna av mótstøðumegi, støðufesti og vón. Mín ferð í gjøgnum lívið hevur verið full av avbjóðingum, men hon er eisini skilmarkað av tí fantastiska stuðli og kærleika, ið eg havi fingið frá Føroyum og mínum kæru. Tískil má eg í dag, á altjóða kvinnudegnum, senda út eina umbøn, um at vit øll fara til verka! So vit kunnu blíva við at berjast fyri einum samfelagið, ið er javnsett og góðtakandi! Latum okkum minnast, at hvørt eitt fet, ið vit taka saman mótvegis framstigi og javnstøðu, ikki er uttan avbjóðingar og mótstøðu. Tað er gjøgnum okkara felags styrki og okkara treysti, at vit vinna á avbjóðingunum! Tað er gjøgnum góðtøku av okkara framíhjárætti, umfevnan av okkara ymiskleika og viljan til at skapa eina verð fyri øll, at vit kunnu skapa varandi og fantastiskar broytingar! Lat okkum vera tann broytingin, ið vit ynskja at síggja úti í heimi. Lat okkum reisast fyri tí, ið er rætt! Lat okkum kempa ímóti mismuni! Og komið og ARBEIÐIÐ fyri framtíðini! Eg eri so hugkveikt av teimum stóru framstigum, ið eru gjørd higartil, og eg viðurkenni, at enn er nógv eftir at gera! Komið og blívið við at tosa út, stuðla, kunna og lyfta hvørja aðra! Komið og heiðrið okkara kropsligu og sálarligu ymiskleikar, og har hvør ein persónur sleppur at liva eitt sømiligt, virðiligt og kerligt lív. Saman kunnu vit byggja verðina, og eg eri nakað so spent og takksom fyri at sleppa at vera við.

Takk fyri.


157 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page