rólant spotlight.jpg

Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg

Rólant Samuelsen, sáli (1975)

Rólant Samuelsen varð føddur í 1942, og byrjaði í 1962 egna frisørsalong á Kongabrúnni til bæði menn og kvinnur.

 

Salong Rólant varð sera vælumtókt og fekk nógv vitjandi.

 

Rólant gavst í 1972 og fór til Danmarkar í útbúgvingarørindum. Heimafturkomin helt hann fram sum frisør í Tróndargøtu.

 

Umframt at vera opin um sín kynsliga samleika, búði hann nógv ár saman við sjeikinum Benny.

 

Tá ið teir báðir gjørdust varugir við, at teir høvdu fingið HIV, fluttu teir aftur til Danmarkar í 1989, har teir skrásettu seg í parlagi, áðrenn Rólant doyði av AIDS í 1992.

 

Rólant Samuelsen gjørdist 50 ára gamal.

Longu í 1975 er hann djarvur nokk til at úttala seg um at vera samkyndur í Føroyum.

 

Hetta ger hann í útisetablaðnum Oyggjaskeggja.

 

Hann úttalaði seg m.a. soleiðis í Oyggjaskeggja: “Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg.”

 

Rólant segði eisini frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyndleika.

 

Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl.

rolant5.jpg

Rólant Samuelsen, sáli, sum umframt at vera fastur kundi í Joto, eisini var dugnaligur frisørur, sminkørur og stylistur í Havn, starvaðist eitt tíðarskeið í handlinum.

– Eg minnist, at Rólant var fyrsti kundin, sum kom inn og keypti eitt heilt Arabia stell, sum var eitt tungt, brúnt keramikk stell, sum veruliga undirstrikaði trýssaratrendin.

– Tá vóru fólk nógv meira tolin enn tey eru í dag, tí har gekk Rólant í niðurringaðum flesablusum, platauskóm, reyðum lakkbuksum og eygnaskuggum, sigur Tordis, og Hanna sigur víðari:

– Óansæð hvat hann mælti kundunum til, so lurtaðu tær eftir honum. Eitt nú kundi hann finna uppá at siga ”nei, veitst tú hvat, hasa lebastiftina skuldi tú altso tikið og skift út, tí her er ein, sum stendur nógv betur til tína húð”, og so keypti daman eina nýggja lebastift.

 

Og tær elskaðu tað, at hann feteraði tær og kom við góðum ráðum.

dewd.jpg

Rólant Samuelsen er uttan iva ein av størstu hetjuni, ið føroysk samkynd hava.

 

Hann gekk fremst har eingin annað tordi, og slóðaði vegin fyri onnur føroysk samkynd, ið síðani hava valt at liva eitt opið lív.

 

Samstundis vísti hann føroyingum, at samkynd eru vanlig fólk, ið ein ikki noyddist at ræðast, og sum hava ein hóp av góðum eginleikum, ið kunnu koma samfelagnum til góðar.

 

Vit lýsa frið yvir minnið eftir Rólant Samuelsen – ein av okkara størstu LGBT hetjum!

Hvíl í friði, Rólant