
VIÐTØKUR
Viðtøkur fyri LGBT+ Føroyar
§1 Navn og heimstaður
Felagsskapurin eitur “LGBT+ Føroyar” – felagsskapur til frama fyri LGBT+-persónar.
Felagsskapurin hevur heimstað í Tórshavn.
§2 Endamál
Endamálið hjá felagsskapinum er :
• at leggja lunnar undir eitt rúmligt samfelag, hvørs eyðkenni er fjølbroytni og virðing fyri ymiskleikunum hjá hvørjum einstøkum.
• at skapa trivnað og eitt mennandi umhvørvi fyri LGBT+-persónar.
• at virka fyri, at øll uttan mun til kynsliga sannføring og kynssamleika skulu hava somu rættindi og skyldur og somu møguleikar at liva og virka í føroyska samfelagnum,
• at bróta niður fordómar og varpa ljós á umstøðurnar hjá LGBT+-persónum.
• at veita ráðgeving, stuðul og upplýsing
• at virka fyri altjóða samstarvi við líknandi feløg
• at arbeiða intersektionelt
§3 Limir
Ein og hvør, ið tekur undir við endamálinum, kann gerast limur í felagsskapinum.
§4 Aðalfundur
Aðalfundurin er hægsti myndugleikin hjá felagsskapinum.
Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í marsmánaði.
Aðalfundurin verður lýstur alment ella við skrivi til hvønn einstakan lim í minsta lagi fýra vikur áðrenn fundin.
Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.
Nevndin kann í serstøkum føri gera frávik frá tíðarfreistum.
Fundarskrá:
1. Val av orðstýrara.
2. Ásfrágreiðing.
3. Roknskapur verður lagdur fram.
4. Innkomin mál.
5. Val av 6-8 nevndarlimum og 2 ella fleiri eykalimum
6. Áseting av limagjaldi
7. Ymiskt.
Um tað eru fleiri valevni enn nevndarlimatalið, verður atkvøðugreiðsla skipað. Valevni til nevndina skulu vera limir í felagsskapinum.
Nevndarlimir vera valdir við, at limirnir skriva nøvnini á 6-8 valevnum á atkvøðuseðlar, og tey við flest atkvøðum eru vald. Orðstýrarin skipar fyri uppteljingini.
Stendur á jøvnum verður lutakast. Valskeiðið er 1 ár.
Eykalimir vera valdir við, at limirnir skriva nøvnini á 2 ella fleiri valevnum á atkvøðuseðlar, og tey við flest atkvøðum eru vald. Orðstýrarin skipar fyri uppteljingini.
Stendur á jøvnum verður lutakast. Valskeiðið er 1 ár.
Limir, ið hava goldið limagjald, hava atkvøðurætt, og øll mál verða avgjørd við vanligum meiriluta av teimum, ið møta og hava atkvøðurætt á aðalfundinum.
Eykaaðalfundur skal haldast, um ein meiriluti í nevndini ella ¼ av limunum ynskja hetta. Eykaaðalfundur skal fráboðast limunum skrivliga við 14 daga freist.
§5 Nevndin
Felagsskapurin verður stjórnaður av eini 6-8 nevndarlimum, valdir á aðalfundinum. Ein av nevndarlimunum skal vera undir 30 ár.
Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.
Fer nevndarlimur frá ella fær ikki møtt á fundi, kemur eykalimur í hansara stað um neyðugt.
Nevndin hevur ábyrgdina av øllum virkseminum hjá felagsskapinum og kann eftir tørvi seta aðrar bólkar at arbeiða við ávísum økjum og evnum.
Felagsskapurin verður bundin við undirskrift frá peningarøklinum ella av 2 nevndarlimum ella einum nevndarlimi og einum starvsfólki.
Við veðseting av føstum ognum ella við upptøku av lánum krevst nevndarsamtykt og undirskrift frá minst 4 nevndarlimum.
Fundarfrásøgn verður skrivað og skal góðkennast av øllum nevndarlimunum, sum vóru á fundinum.
Nevndarfundur er viðtøkuførur við minst 4 nevndarlimum á fundi.
§6 Fíggjarviðurskifti
Roknskaparárið er álmanakkaárið
Nevndin skal bera so í bandi, at greiniligur roknskapur verður førdur yvir allar inntøkur og útreiðslur.
§7 Útihýsing
Limir, ið skaða virksemi hjá felagsskapinum, kunnu vera útihýstir.
Nevndin kann í styttri ella longri tíð ella endaliga útihýsa lim, sum á einhvønn hátt mótarbeiðir áhugamálunum hjá felagsskapinum.
Limur hevur rætt til skrivliga ella munnliga at føra fram síni sjónarmið fyri nevndini, áðrenn avgerð verður tikin.
Limurin, sum í styttri ella longri tíð ella endaliga verður útihýstur, kann krevja, at spurningurin verður lagdur fyri fyrstkomandi aðalfund til endaliga avgerð.
Á aðalfundinum skulu 2/3 atkvøða fyri útihýsing av liminum. Viðkomandi limur skal hava møguleika at føra sjónarmið síni fram á aðalfundinum
§8 viðtøkubroyting og avtøka
Nevnd og limir kunnu seta fram uppskot til broytingar í viðtøkunum. Hesar viðtøkur kunnu broytast við vanligum meiriluta á aðalfundi.
Felagsskapurin kann ikki takast av uttan so, at allir limir skrivliga hava fingið fundarboð, og at 4/5 av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.
Verður felagsskapurin tikin av, skulu ognirnar latast onkrum vælgerandi endamáli til frama fyri LGBT+-persónar.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn 01.06.2011, seinast broytt á aðalfundi 29.03.2025.