ÁRSINS MIÐLAVIRÐISLØN

Ársins miðlavirðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil, ið er viðkomandi okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum.

Holding Hands
13639_r_660_660.jpg

2014


SAKARIS FRÍÐI STÓRÁ
 

Sakaris Stórá hevur umvegis stuttfilmar sínar Summarnátt og Vetramorgun verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT+ ungdóm.

 

Hesir vøkru og læruríku stuttfilmar bróta upp úr nýggjum og tora at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum.

 

Vegna hetta megnar miðlaavrik, vilja LGBT+ Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Sakarisi fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum.

 

Vónandi eru hesar stuttfilmar einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film. Drív á, Sakaris!

2015


MARIA WINTHER OLSEN
 

Maria Winther Olsen hevur umvegis stuttfilmin “Sum einglar vit falla” verið við til at kasta eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT+ ungdóm.

 

Hesin vakri og læruríki stuttfilmur torur at siga søgur, sum áðrenn hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum.

 

Vegna hetta miðlaavrik, vilja LGBT+ Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka Mariu fyri, at vit nú eisini kunnu endurspegla okkum í føroyskum stuttfilmum.

 

Vónandi er hesin stuttfilmur einans byrjanin til eitt langt og bjart lívsyrki innan føroyskan film

maria-908x1024.jpg
LGBT_27_7_17_nr29_221090_597a2ff31.jpg

2017


SIRKUS FØROYAR
 

Tá Sirkus við dugnaligu og slóðbrótandi Sunnevu Háberg Eysturstein á odda, opnaði dyrnar í Vágsbotni, var tað opið fyri øllum – eisini føroyskum LGBT´'arum.

 

Frá byrjan hava Sunneva og Sirkus altíð verið klár at hjálpa okkum við at skapa eitt trygt umhvørvið, har okkara limir kunnu hittast og kenna seg ynsktan og tryggan – júst sum tey eru.

 

Hetta hevur verið ein serstakliga týdningarmikiðil liður í at skapa einar rúmmligari Føroyar og at fáa LGBT+'arar og onnur, ið kenna seg øðrvísi, at trívast í egnum heimlandi.

 

LGBT+ Føroyar og limir tess vilja fegin heiðra og takka Sirkus Føroyar fyri at hava givið okkum eitt pláss har vit kunnu hittast, vera saman og heiðra kærleikanum eins ymiskleikan.

 

Takk fyri tykkara stóra íkast og dygga stuðul.

 

Skál!