top of page
virðislønir.jpg

VIRÐISLØNIR

Hvørt ár letur LGBT+ heiðurslønir til persónar, fyritøkur ella annað virksemi, fyri avrik, ið eru til frama fyri LGBT+ rørsluna.

LGBT+ Føroyar letur virðislønir til egnar limir, trúðfastar stuðlar og felagsskapir, sum hava gingið á odda og slóða fyri í stríðum fyri javnrættindi fyri LGBTarar í Føroyum ella fyri at kasta eitt jaligt og uppbyggjandi ljós á LGBT føroyingar.

Hesar virðislønir eru:

- Ársins Róland

- Ársins Hinskynd/LGBT+ Virðislønin

- Ársins Miðlaløn

Virðislønir verða givnar tá tær eru uppibornar, og tí eru tær ikki altíð árligar.

ÁRSINS RÓLANT

Heiðurslønin verður árliga latin av nevndini í LGBT Føroyum fyri at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála. Heiðurslønin verður latin einum LGBTara, sum LGBT Føroyar metir, hevur givið eitt týdningarmikið og langt íkast til stríðið fyri javnbýtis rættindum til LGBTarar í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar.

Pride Parade

ÁRSINS
HINSKYND

Ársins hinskynd ella LGBT virðislønin, sum hon eisini verður rópt, verður latin til ein persón ella felagsskap, sum hava verið við til at veita stuðul ella hjálp til okkara bardaga fyri fullum javnrættindum í Føroyum.

Holding Hands

ÁRSINS
MIÐLA-VIRÐISLØN

Ársins miðlavirðisløn verður latin til fólk, feløg ella miðlar, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar umvegis ein almennan miðil, ið er viðkomandi okkara bardaga fyri javnrættindum og ymiskleika í Føroyum.

bottom of page