top of page

ÁRSINS RÓLANT

Fyrsti føroyingurin, sum alment stóð við sín samkyndleika, og sum livdi opið í Føroyum, var Rólant Samuelsen, sáli. Frá miðskeiðis í 60´unum og fram til 1989 setti Rólant Samuelsen sín serliga dám á høvuðsstaðin bæði sum hárskeri, sjónleikari og býarmynd sum heild

Niðanfyri kanst tú lesa um tey, ið hava fingið hesa virðisløn

2011

BOGI DAVIDSEN

Eins og Rólant var Bogi Davidsen ein av fyrstu føroyingum, ið alment stóðu fram sum samkyndur.

 

Í áttati- og nítiárunum stóð hann á odda fyri at bróta niður forboðunum um samkynd og talaði fyri politiskum javnrættindum í Føroyum.

 

Sum yvirlækni í Danmark var hann eisini við til at veita læknaligan og sosialan stuðul til føroysk samkynd, ið fluttu niður vegna HIV-sjúkuna og lótu lív av eyðkvæmi í Danmark.

 

LGBT+ Føroyar takkar Boga almikið fyri hansara lívslanga íkast til okkara felagsstríð fyri javnrætti.

 

Tað er okkum ein heiður at fylgja í tínum fótasporum

Les meiri um Boga Davidsen her

2014

RASMUS RASMUSSEN, SÁLI

Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus Rasnussen, sáli, fyri nøkrum árum síðani miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsliga sannføring varð álopin.

 

Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring.

 

Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann.

 

Tað vitnaðu vit aftur, tá ið hansara síðsti dreymur um, at eitt Fountain House varð sett á stovn í Føroyum, gjørdist veruleiki.

 

Hóast lívið gjørdist alt ov stutt, so hevur henda friðarliga hetjan sett djúp og varandi spor eftir seg.

 

Bæði í okkara minni, men eisini fyri okkara framtíð.

sofia.jpg

2015

SOFÍA M.J. HØGNESEN

Sofía M. J. Høgnesen er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið alment hevur staðið fram sum tvørkyndur.

 

Sofia er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið hevur sagt sína søgu alment á prent og í sjónvarpi.

 

Sofia er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið hevur luttikið í føroyskari lýsingarherferð.

 

Sofia er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið hevur kært persónligt álop í lesarabrøvum til Fjølmiðlakærunevnduna og fingið viðhald í síni kæru.

 

Sofia hevur djarvt sagt frá síni persónligu ferð frá manni til kvinnu.

 

Ein ferð, ið ikki enn er komin at enda.

 

Sofia hevur somuleiðis barst fyri betri korum og viðgerðarmøguleikum fyri føroyskum tvørkyndum.

2016

SONJA J. JÓGVANSDÓTTIR

Eins og Róland var Sonja J. Jógvansdóttir ein av fyrstu føroyingum, ið alment stóðu fram sum samkynd.

 

Hon er ein undangongukvinna og ein slóðbrótari.

 

Hon hevur verið við til at seta tvær rørslur á stovn.

 

Fyrst Friðarboðan og síðani LGBT Føroyar, sum síðani er broytt til LGBT+ Føroyar.

 

Sum fyrsti opni samkyndi tinglimur, hevur hon uttan íhald bargt fyri m.a. at veita øllum føroyingum javnrættin at giftast borgarliga í Føroyum.

Henda bardaða vann hon í 2016.

 

Hon hevur tó goldið ein dýran persónliga prís fyri hetta stríð, og LGBT+ Føroyar takkar tí Sonju J. Jógvansdóttir almikið fyri henara lívslanga íkast til okkara felagsstríð, og vónar, at hon heldur fram við hesum arbeiði.

sonjaaa.jpg
eilerr.jpg

2017

EILER FAGRAKLETT

Hjá samkyndum føroyingum er torført at ímynda sær Føroyar uttan Eiler.

 

Hann hevur í nógv ár ótroyttandi arbeitt til frama fyri javnrættindum hjá samkyndum, serliga í Føroyum.

 

Eiler hevur mangan átikið sær støðuna sum talsmaður fyri LGBT Føroyar, men hetta er bert ein lítil brotpartur av øllum arbeiðnum, ið liggur aftan fyri at tryggja javnrættindi til føroyskar LGBTarar.

 

Tað hevur mangan leikað hart á, og hóast Eiler hevur goldið ein dýran persónligan prís fyri alt sítt stríð, so hevur hann altíð staðið stinnur og funnið orkuna til at stríðast víðari fyri seg sjálvan og fyri okkum onnur.

 

Hetta sóu vit best, tá ið Føroya Løgting eftir triðju viðgerð samtykti broytingar í hjúnabandslógini soleiðis, at samkynd kunnu giftast borgarliga í Føroyum.

 

Hóast hetta er eitt mál, ið Eiler hevur verið ein stórur partur av og leingi hevur arbeitt fram ímóti, er Eiler beinanvegin klárur til næsta stríðið: at seta sálarligu heilsu- og trivnaðarkorini hjá føroyskum LGBT+arum í miðdepilin. LGBT+ Føroyar takkar tí Eileri Fagraklett fyri hansara langa stríð til frama fyri einum javnrættari og rúmligari Føroyum.

 

Eiler, tú ert ein føroysk LGBT+ hetja.

2021

ANNIKA S. VANG OG KARIN J. VANG

Hesin heiður fer til tvær kvinnur, sum øll í Føroyum kenna.

 

Tvær mammur, sum ótroyttiliga stríðast fyri viðurkenning og sínum rætti at vera foreldur at sínum egnu børnum.

 

Tit eru foreldur í hjartanum, í gerandisdegnum – men ikki í lóggávuni.

 

Tit eru andlitið og hjartað í stríðnum. Tit eru erligar og tora eisini at vísa, hvussu kensluborið hetta stríðið er fyri tykkum.

 

Tit raka nakað í fólki, sum ger, at tað ikki ber til at taka frástøðu frá tykkum og tí, tit stríðast fyri.

 

Hóast mótburð reisa tit tykkum altíð aftur. Tit nokta at góðtaka tann órætt, politiska skipanin fremur ímóti LGBT+-foreldrum og børnum teirra.

 

Tit stríðast tað góða stríðið, og tað vinnur altíð.

 

Tit hava longu vunnið stóra viðurkenning millum fólkið.

 

Ein stórur partur av Føroya fólki stuðlar tykkum, og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn eisini lóggávan fer at rúma tykkum og børnum tykkara.

 

Artan Eli og Ria Vón eru enn ov ung at skilja, hvussu einastandandi djarvar mammur, tey bæði hava.

 

Men tá ið tey verða eldri, verða tey nakað errin og takksom.

 

Takk fyri tykkara áhaldandi stríð og fyri, at tit gera Føroyar litríkari og stuttligari

Rættindi til samkyndar familjur tryggjast.jpg
bottom of page