top of page
Pride Flag

AT SPRETTA

At spretta merkir m.a. at góðtaka sína kynsligu ábending, og at liva í semju við seg sjálvan og sínum samleika.

 

Tað kann ljóða sera einfalt, men í flestu førum er tilgongdin fløkt og torfør, tí tað eru nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi.

Fyrsta stigið er at góðkenna og góðtaka seg sjálvan, men tað gerst ofta lættari at viðurkenna, um tú prátar við vinfólk ella familju um støðuna, hóast tað kann vera torført. Nøkur hava tørv á at venda sær til ymsar ráðgevingar, meðan onnur bara hava tørv á at seta orð á kenslurnar fyri veruliga at spretta.

Tað at spretta kann gerast ein long tilgongd, sum nógv velja at taka stig fyri stig. Tú sprettir m.a. fyri familju, vinfólkum, starvsfeløgunum og øðrum kenningum. Meðan nøkur velja at spretta stigvíst, velja onnur at gera tað í einum.

Líkamikið um tú gert av at taka leiðina stig fyri stig ella í einum lopi, so er týdningarmikið at minnast til, at vinfólk, starvsfelagar og serliga familja, eisini skulu hava tíð at venja seg við “broytingina”. T.d. hava nógv foreldur hugsanir um, hvussu framtíðin hjá barni teirra fer at laga seg, og hendan hugsanin kollveltist, tá tú fortelur foreldrunum um tína kynsligu ábending – og tað er púra vanligt.

Fáa vit ommu- og abbabørn? Hvussu verður við hjúnastøðuni hjá barninum? Verður barn okkara fyri mismuni? Fer tað so at liva lívið einsamalt? Slíkir spurningar fylla nógv hjá foreldrum, men sum tíðin líðir, broytast eisini hesar hugsanir, tá ið foreldur og onnur síggja, at tað væl ber til hjá tveimum av sama kyni at verða gift, eiga og uppala børn og liva eins og onnur.

Týdningarmest er tó, at tú ert trúgvur ímóti tær sjálvum og góðtekur allar lutir av tínum samleika. Tá tú ert komin til sættis við støðuna og ert sprottin, kanst tú av álvara blóma.

bottom of page