top of page
Pride Flag

AT VIRÐA TVØRKYND

Um tú nýliga hevur frætt um ella hitt ein tvørkyndan í tínum umhvørvi, skilir tú kanska ikki samleikan hjá viðkomandi, og tú kanst ivast í, hvussu tú bert teg at við ikki at særa hann ella hana. Ein tvørkyndur persónur er ein, ið ikki kennir seg sum tað kynið, ið viðkomandi fekk tilskrivað sum nýføðingur. Tvørkynd fólk finnast um allan heimin og í øllum mentanum. Fyri hesi er ikki altíð lætt at greiða frá sínum umstøðum viðvíkjandi kyni í nútíðarsamfelagnum.

 

Her eru 9 leiðireglur, ið kunnu hjálpa tær at skilja og virða onkran, ið ikki samsvarar við tína fatan av kyni, ella ikki lættliga kann bólkast sum “kallkyn” ella “kvennkyn”.

  • Sýn virðing fyri kynsliga samleikanum. Hugsa um hann/hana sum tað kynið, viðkomandi kallar seg sjálvan, við valda fornavninum og persónsfornavninum, frá nú av, óansæð hvussu viðkomandi sær út. (Um ikki viðkomandi ikki er sprottin enn, ella ynskir tað øðrvísi. Spyr, um tú ivast, um tað onkuntíð ikki er hóskandi).

  • Ansa eftir tátíð. Tá tú tosar um fortíðina, er best ikki at siga t.d. “tá tú vart hitt kynið” ella “fødd/ur sum maður/kvinna” . Hetta av tí at nógv tvørkynd kenna, at tey altíð hava verið tað kynið, tey eru sprottin sum, men noyddust at goyma tað av onkrari orsøk. Spyr tann tvørkynda hvussu viðkomandi ynskir at verða umrøddur. Ein loysn er ikki at nevna kyn, tá tosað verður um fortíðina, t.d. við at siga “í fjør”, “tá tú vart barn” osfr. Um kynsskiftið skal umrøðast, kanst tú siga t.d. “áðrenn tú vart sprottin

  • Nýt mál, ið hóskar til kynið. Spyr hvørji persónsfornøvn og bendingar tann tvørkyndi ynskir skulu verða nýtt um hann/hana, og syrg so fyri at virða hetta. Til dømis kann ein, ið sær seg sjálva sum kvinnu, ynskja at tú sigur “hon”, “henni”, “fitt”, “stuttlig”, “kedd” osfr. Somuleiðis kann ein, ið sær seg sjálvan sum mann, ynskja hóskandi málbrúk: “hann”, “honum”, “fittur” osfr. Og nýt tað navnið tey ynskja! Fyri at skera tað út í papp, kemur eitt dømi her: Vinmaður tín Janus er júst sprottin sum tvørkyndur, og ynskir nú at verða kallaður Maria. Frá nú av sigur tú ikki: “Hetta er vinmaður mín Janus, eg havi kent hann síðan fólkaskúlan.” Í staðin sigur tú: “Hetta er vinkona mín Maria, eg havi kent hana síðan fólkaskúlan.” Um tað kennist løgið, og tað ger tað allarhelst í fyrstani, mást tú goyma tað til eina aðra ferð, tá tú og Maria fáa tosa í frið. Um tú vilt virða Mariu, mást tú tosa við hana, sum tann hon er í dag. Hon er enn tann sami persónurin, tú kennir hana bara enn betri í dag.

  • Ikki vera bangin fyri at spyrja. Summi, men ikki øll, tvørkynd svara fegin spurningum viðvíkjandi kyni og samleika. Tó er tað eisini tín egna ábyrgd at kunna teg sjálva/n. Spurningar um kynsgøgn og skurðviðgerðir eru sjáldan hóskandi. Vit spyrja ikki vanliga fólk um teirra kynsgøgn!

  • Minst til at verja privatlívið hjá tí tvørkynda. At spretta sum tvørkyndur er ein sera trupul avgerð. At avdúka upplýsingar um kyn, samleika og navn uttan loyvi er álitsbrot. Viðkomandi fortelur tað, hann/hon hevur hug til, fyri teimum hann/hon hevur hug til, tá hann/hon er til reiðar. Hetta ger seg galdandi bæði fyri tey sum hava skift samleika, og fyri tey sum ikki eru sprottin enn.

  • Ikki ganga út frá, at tú veist hvat tann tvørkyndi fer ígjøgnum. Kynsligur samleiki ger seg galdandi á nógvar ymsar mátar. Tað, at vera “fangað/ur í einum mann-/konufólkakroppi”, at tvørkyndar kvinnur eru yvirfemininar og tvørkyndir menn yvirmaskulinir ella at øll tvørkynd fáa sær hormon-/skurðviðgerð eru allar stereotypur. Hetta vil vera satt fyri summi, men ikki onnur. Lurta við opnum sinni eftir, hvat persónurin fortelur um sína egnu uppliving. Ikki ganga út frá, at hann/hon skiftir kyn orsakað av farnum traumatiskum hendingum ella fyri at rýma úr sínum kroppi.

  • Minst til, at munur er á kynsligum samleika og kynsligari sannføring. Ikki ganga út frá, at tú veist hvørja kynsliga sannføring (orientering) tvørkyndi persónurin hevur. Tvørkynd kunnu vera hinskynd, samkynd, tvíkynd ella okkurt heilt fjórða. Um persónurin letur teg vita um sína kynsligu sannføring, brúka so tað heitið hann/hon brúkar.

  • Far við tí tvørkynda, sum tú altíð hevur gjørt. Tað er ikki vist at tvørkyndir persónurin ynskir nakra serviðgerð. Ger ikki ov nógv av, aftaná at tú hevur spurt um tað neyðuga. Tvørkynd hava nøkulunda somu persónsmensku sum áðrenn tey sprottu. Far við teimum sum við øllum øðrum menniskjum.

  • Tey, ið nú skifta til eitt annað kyn enn tað, tey fingu tilskrivað sum nýføðingar, eru farin undir eina stóra lívsbroyting. At vera skiljandi, tolin og opin fyri at tosa um broytingarnar er besta hjálpin í eini truplari og kenslubornari tíð. Best er at spyrja opnar spurningar, ið loyva persóninum at svara so nógv ella lítið sum hann/hon ynskir. T.d.: “hvussu gongur?”, “tú sært strongd út, hug at tosa um tað?”, “tú sært glaður út, er okkurt gott hent?”, “hvussu kann eg hjálpa tær ígjøgnum hesar broytingarnar?” ella “eg tími væl at lurta, um tú ynskir at tosa um okkurt”.

bottom of page