Jóannes Eidesgaard

So hvørt, sum vit fylgja kósini, vit hava lagt, mugu vit alla tíðina festa sjónina á einstaka borgaran. Teg og meg. Børn, ung, eldri, brekað, verkafólk, tey vælútbúnu, fiskimenn, tilflytarar, samkynd og onnur. […]

Fyrstu ferð, ein Løgmaður viðurkennur samkynd, í eini nýggjárs røðu.

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, talaði søk teirra samkyndu o.l., tá ið flestu aðrir politikkarar valdu at tiga ella rópa eyðkvæmis orð eftir hesum samfelagsbólki.

 

Á Ólavsøku 2004 helt hann, sum løgmaður, jaliga og stuðlandi røðu um javnrættindi fyri allar føroyingar.

 

Røðan var hildin í samband við stuðulskonsert fyri táverandi Friðarbogan.

 

Løgmaður fekk fleiri ákoyringar frá øðrum politikarum og átrúnaðarligum bólkum, men valdi djarvur at standa við sína áskoðan.

 

Og soleiðis gerst man ein LGBT hetja.

Les alla røðu løgmans niðanfyri:

Góðu áhoyrarar – góðu ólavsøkugestir!

Høvuðsstaður okkara er karmur um tjóðarhátíð Føroya. Úr øllum ættum koma fólk saman til stevnu. Leikir eru á sjógvi og landi, og ítrótturin kappast um heiðurspláss og brøgd at inna. Hetta eru løtur við hugna og samveru, har álvara og gaman liggur á ljóði.

Á ólavsøku standa føroyingar saman, og brýr verða bygdar millum oyggjar og fólk. Vit eru eitt fólk og ein tjóð. Vit standa saman um Føroya land, og byggja landið sum eitt fólk. Eyðvitað er tað, at vit eru ymisk av lyndi, og ymiskt er, hvat hvør einstakur er upptikin av. Men felagseyðkennið er størri enn tað, ið brýtur frá. Vit eru ymisk av lyndi og uppfatan, men felags er alskurin til landið, náttúruna, mentanina og fólkið – alskurin til Føroya land.

Sum ein liður í eini fjøltáttaðari ólavsøkuskrá samlast vit í Grasagarði undir einum Friðarboga, ið er heitið á felagnum fyri samkynd.

Friðarbogin ímyndar ikki harðræði, har pílurin og bogin tóku ræðið við kúgandi valdsgerð. Áður var bogin tekin um vald, og undir hesum boga lívdi fólkið tey – ið bogin vardi. Men undir hesum boga vórðu eisini fólk týnd – tey, ið bogin ikki eirdi.

Friðarbogin er, sum orðið sigur, ein bogi av friði. Friðarbogin er sum ælabogin á luftini, ið letur litir sínar endurspeglast í tilveruni hjá menniskjanum. Friðarbogin er ein opin føvningur, har øll fáa innivist, har eingin verður útihýstur, og har tað at vera menniskja sum felagsnevnari er størri enn øll frávik.

Talan er um dirvi, nú tey samkyndu hava stovnað sítt felag. Tað er skilagott at viðurkenna sær sín egna kynsliga samleika. Tað er gott við felags virksemi, so kor og umstøður hjá teimum samkyndu rúma eitt størri mál av opinleika. Tíðin er búgvin, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur – tað hevur verið tabu.Opinleiki og vitan fara við tíðini at taka alt tað mystiska frá hugtakinum “samkynd/ur”. Tey samkyndu hava sjálvandi somu menniskjasligu og samfelagsligu dygdir sum tey hinkyndu. Við atliti at mannavirði og persónligum, fakligum og yrkisligum førleika eru orð sum samkynd ella hinkynd virðisneutral.

Tá talan er um politikk og samfelag, so eigur Føroya land at rúma øllum føroyingum og fara væl við fólki, ið vitja landið. Tað er ikki rætt, at ávísir minnilutar mega flyta av landinum vegna lívsáskoðan ella kynsliga kós. Í einum framkomnum samfelag eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju.

Millum mong týdningarmikil hugtøk eru tvinni umráðandi til tess at byggja land. Talan er um andsfrælsi og tolsemi. Tikið verður soleiðis til í áliti um fólkaskúlan:

“Í allari undirvísing og uppaling skal skúlin fremja andsfrælsi og tolsemi. Andsfrælsi er at skilja sum rætturin hjá einstaklingum at hugsa og gera eftir sannføring sínari.

Tolsemi er í orði og verki at sýna medmenniskjanum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur.”

Greiningin av orðinum andsfrælsi gevur tí einstaka rætt at hava sína egnu áskoðan til dømis í politikki og øðrum lívsins viðurskiftum og at liva samsvarandi.

Andsfrælsi er gott og gangligt – til dømis frælsi at hugsa, skriva og tala. Men hugtakið andsfrælsið kann í allari sínari góðsku hava óhepnar fylgir. Tess vegna er neyðugt við tí næsta orðinum – tolsemi. Tolsemið er neyðugt, um andsfrælsið ikki skal gerast rætturin hjá tí sterka at kúga hin veikara – rætturin hjá meirilutanum at trælka ella forfylgja einum minniluta.

Andsfrælsið gevur mær rætt at hugsa og hava eina áskoðan. Tolsemið vísir mær á, at somu rættindi og sømdir hava eisini onnur. Skulu vit kunna liva lið um lið er alneyðugt í orði og verki at sýna medmenniskjum somu virðing, sum ein sjálvur vil hava, og at viðurkenna rættin hjá øðrum at hava aðra sannføring enn ein sjálvur. Tíverri trívist intoleransa eisini í dag. Intoleransa er, eftir mínari fatan, eitt tekin um veikleika. Tá mín egna hugsjón ella fatan ikki gevur mær tryggan botn til eitt friðarligt lív í samstarvi og samvinnu við onnur, so er tað lættasta og skjótasta í trongskygni at fordøma tey, ið hugsa ella eru øðrvísi enn ein sjálvur.

Intoleransa er hugsjónarligt fall og ein veikleiki í øllum samstarvi og samskifti.

Sæð út frá hesum sjónarhorni er tað gott við einum Friðarboga, sum við klárskygni, upplýsing og vitan taðar lendið, so blóman kann spretta. Eisini í hesi søk er tað galdandi, at hóvsemi og tollyndi eru góð amboð í hondini á urtagarðsmanninum – so loksins bæði grør og sprettur í Grasagarði.    

Takk fyri – góða ólavsøku!

Jóannes Eidesgaard, løgmaður (28. juli 2004)