
RÓLANT SAMUELSEN, SÁLI
Rólant Samuelsen er ein av fyrstu føroyingum, sum velur at liva eitt alment lív sum samkyndur í Føroyum í sJeyti- og áttatiárinum.
Soleiðis slóðar hann fyri komandi ættarliðum av samkyndum føroyingum.
Hann er vælumtóktur sum persónur, frisør, sjónleikari, stylist og kreativ sál.
Soleiðis er hann eisini við til at varpa eitt jaligt ljós á samkyndar føroyingar.

KARIN KJØLBRO
Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á Ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum.
Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.

HANNUS GUTTESEN, SÁLI
Tá ið eingin annar tordi at standa fram, bæði sum samkyndur og HIV-raktur, valdi Hannus at taka lut í grípandi føroyskari dokumentarsending.
Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 13. oktober 1991, og elvdi tá til mikið kjak í almenna rúminum.

EDMUND JOENSEN
Edmund Joensen hevur í sínum virki sum tingformaður verið við til at skapa eina virðiligari viðgerð, tá ið spurningar um samkynd eru viðgjørdir á tingi, og hetta hevur eisini sett síni varandi spor í viðgerðina á tingi og í almenna rúminum sum heild

DAGMAR JOENSEN-NÆS
Dagmar Joensen-Næs er journalistur við drúgvum royndum innan starvsgreinina. Hon hevur framleitt mangar áhugaverdar sendingar í Kringvarpinum.
Í 2015 gjørdi Dagmar aftur tvær áhugaverdar dokumentarsendingar um søguna hjá samkyndum føroyingum.

JÓANNES EIDESGAARD
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, talaði søk teirra samkyndu o.l., tá ið flestu aðrir politikkarar valdu at tiga ella rópa eyðkvæmis orð eftir hesum samfelagsbólki.
Á Ólavsøku 2004 helt hann, sum løgmaður, jaliga og stuðlandi røðu um javnrættindi fyri allar føroyingar.