top of page
Pride Flag

LGBT+ SØGA

Føroysk LGBT søga 

Mín 93 ára gamla ommu sigur, at samkynd hava altíð livað í Føroyum, og so leingi hon kann minnast. Hetta var einki nýtt fyri hana. 

– viðmerking á Vágaportalinum, juli 2011 

 

Um 1700 

Í okkara elsta tátti, Ánaniasartáttur, sum skal vera yrktur í Sumba um ár 1700, verður ástarleikur millum tveir menn á fyrsta sinni alment setur á blað í Føroyum. Serfrøðingar meta tó, at tátturin er væl eldri enn hetta. Í táttinum kunnu vit m.a. lesa: Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið.”Hoyr tú tað tú Ánanias, mær tykir einki betur enn hetta: Tú ert søtur um munn, sum tú hevði verið genta.”…So leingi kystu báðir teir, til hvørgin kundi snakka, hendur hildu teir um hvønn annans nakka. 

1887-1928 

§177 í donsku – og tí føroysku – rættarlógini bannar samkyndum monnum at hava samlegu við hvønn annan. Kvinnur verða ikki nevndar í lógini. Hetta tíðarskeiðið ímeðan §177 er galdandi, verða eingir samkyndir føroyingar ákærdir eftir lógini. Tó verða tríggir lærarar ákærdir fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar næmingar av sama kyni undir somu §177. 

 

1917 

Ein 38 ára gamal maður umborð á Ofeliu verður ákærdur fyri kynsligt samband við ein 16 ára gamlan drong og ein 18 ára gamlan mann. Maðurin verður tó ikki dømdur, tí unglingarnir hava samtykt kynsliga sambandið við sjómannin. 

 

1933 

Tað er ikki longur ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur  samstundis í gildi í Føroyum. Aldurmarkið verður sett til 21 ár. 

 

1933-1988 

Hetta tíðarskeiði verða tríggir menn ákærdir eftir §225, sum ásetur 21 ára aldursmark fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyni. 

 

1966 

Grein 225. stk. 4 kemur í gildi í Føroyum 16. apríl 1966, men fer úr gildi aftur sama dag Lógin ger tað ólógligt at keypa kynsligar tænastur frá fólki undir 21 ár av sama kyni. Hetta bann var galdandi í ein dag. 

 

1981 

At vera samkynd/ur verður strikað av listanum hjá danska sundhedsstyrelsen yvir sjúkur. Sostatt viðurkennir Danmark formliga, at tað at vera samkyndur ikki er ein sjúka. WHO, heilsustovnurin hjá ST, tekur somu avgerð í 1991, og strikar samkyndleika av sínum lista yvir sjúkur. 

 

1980-1999 

HIV og AIDS breiða seg skjótt kring allan knøttin. Í byrjanini er tað serliga samkyndir menn, ið verða raktir. Sjúkan kemur eisini til Føroya og fleiri føroyingar doyggja av sjúkuni – bæði í Føroyum og í Danmark. Stórt arbeiði fer í gongd fyri at upplýsa fólk um smittuvandan. Hetta hevur víst seg at rigga í vesturheiminum, har sjúkan ikki er eins útbreidd í dag, sum hon var í áttati- og nítiárunum. Tíverri er sjúkan í dag sera vanlig millum hinskynd í triðja heiminum. 

 

1986 

Í apríl skipa bæði samkyndir og hinkyndir føroyingar fyri einum “happening”, langt áðrenn nakar dugdi at seta orð á slík PR stunt ella tiltøk. Umleið 100 ung fólk fóru við bussi úr Havn til Kirjubøar og skipaðu fyri fyrstu samkyndu “brúðarvígslu” inni í Kirkjubømúrinum. Við sær høvdu tey “prest” og tveir “brúðgommar”. Aftaná var stór brúðarveitsla í Sólarmagn á Velbastað. Bóndin í Krikjubø, ið varar av múrinum, var ikki blíður og bað ungdómin fara av økinum beinanvegin. Teirra aftursvar var at kasta rís eftir bóndanum. Aftaná hendingina skrivaði Óli Breckman eina stutta grein í Dagblaðnum um óskilið við “bakborðsindiánarunum” í Kirkjubømúrinum. Eisini vóru nøkur lesarabrøv at síggja í bløðunum aftaná. 

 

1988 

Skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla noktar skúlanum at nýta nýtt tilfar frá Landsskúlafyrisitingini um HIV og AIDS, tí skúlastýrið metur, at tilfarið kann eggjað til ólevnað, og tí man letur ein samkyndan mann koma til orðanna í tilfarinum. Skúlasstýrið metur, at hetta fer at føra við sær, at næmingar kundu fara at halda, tað er normalt at vera samkyndur. Seinni loyvir sama skúlastýrið tó, at ein partur av tilfarinum verður nýtt í Fuglafjarða skúla, um serlig viðmerking frá nevndini um afturhaldni og “kristna siðalæru” stendur fremst í undirvísingartilfarinum. Eisini fingu lærar í skúlanum forboð at undirvísa næmingum í nýtsluni av hít, “tí tað kann hvør býttlingur finna út av uttan hjálp frá lærarar”, sum nevndin valdi at orða seg. 

 

1988 

Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyni verður lækkað, og er nú tað sama sum hjá hinskyndum – 15 ár. 

1988 

Uppskot til at dagføra §266b í revsilógin, soleiðis kynsligur samleiki eisini verður nevndur í lógin, kemur fyrstu ferð fyri Føroya Løgting. 17 atkvøður eru í móti og 1 er fyri. Karin Kjølbro, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, átti einastu atkvøðuna fyri lógaruppskotinum. 

 

1989 

Danmark verður fyrsta landið í heiminum, ið fær skrásett parlag fyri fólk av sama kyni. Axel og Eigil Axgil verða fyrstu “giftu” samkyndu fólkini í heiminum. Lógin um skrásett parlag verður ikki sett í gildi í Føroyum, men fleiri samkyndir føroyingar hava hinvegin valt at gifta og búseta seg í Danmark, og øðrum londum, har lógin er galdandi. 

 

1992 

Rólant Samuelsen, sum í sjeyti- og áttatiárinum er fyrsti og einasti alment kendi samkyndi persónur í Føroyum, doyr. Rólant úttalaði seg soleiðis í Oyggjaskeggjunum í 1975: “Eg eri eisini vanligt kirkjufólk og trúgvandi. Hann, Harrin, hevur eisini skapt meg.” Rólant segði eisini frá teimum monnum, sum í náttarmyrkrinum bankaðu á hansara dyr, ørkymlaðir og ráðaleysir, tí teir høvdu ongan at tosa við um teirra samkyndleika. Menn, sum dagliga livdu eitt »vanligt« lív við konu og børnum, men sum aldri høvdu kent seg væl. Rólant Samuelsen gjørdist 50 ára gamal. 

 

1995 

Bogi Davidsen, serlækni og samkyndur, heldur fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn um væntandi rættindi hjá samkyndum í Føroyum. Hann spælir eisini seinni ein stóran og týðandi leiklut í stríðnum um §266b. 

1999 

Kári Jacobsen og Fróði Holm Knudsen skipa fyri fyrstu veitsluni nakrantíð fyri føroysk samkynd búsitandi uttanlands. Veitslan fer fram í íbúðini hjá Kára í Keypmannahavn. 21 fólk møta upp – 20 mannfólk og 1 konufólk. 

2000 

Fróði Holm Knudsen, Kári Jacobsen og Elin Brimheim Heinesen gera fyrstu føroysku heimasíðuna fyri samkynd. Síðan eitur gjeikari.dk og er online í umleið fýra ár. Síðan kann enn síggjast her

2002 

Byrja verður at savna inn undirskriftir millum føroyingar í Danmark til frama fyri skrásettum parlagi í Føroyum. 300 fólk skriva undir uppskotið, meðan 2.000 onnur fólk skriva undir eitt mótmæli móti uppskotinum. 

2003 

Friðarbogin, fyrsta felag fyri føroysk samkynd, verður settur á stovn. Felagið fær sera nógva umrøðu, og føroysk samkynd í Føroyum seta nú javnan dagsskránna. 

 

2004 

Stuðulskonsert í Grasagarði fyri Friðarbogan. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, heldur røðu (28. juli). Røðan sum løgmaður helt til frama fyri samkynd fær sera nógva umrøðu í almenna rúminum og í løgtinginum. 

2005 

Fyrsta Føroya Pride og ráðstevnan Canaries in the Coal Mines er í Norðurlandahúsinum, har bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar taka lut. Pride’in í Tórshavn hevur sera góða uppmøting.  M.a. Finnur Helmsdal, sáli og Sonja J. Jógvansdóttir hildu talu og Hanus Johansen og Havnakórið syngja. 

 

2005 

2. november leggja Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk fram broytingaruppskot til paragraff 266b. 20 tinglimir atkvøða móti lógaruppskotinum og 12 fyri. 

2006 

Rasmus Rasmussen, tónleikari og samkyndur maður, verður álopin og miðlarnir ger nógv burturúr søguni. 

2006 

Altjóða undirskriftainnsavnan er til frama fyri §266b. 25.000-30.000 fólk skriva undir. 

 

2006 

Fyri triðju ferð kemur §266b fyri tingið. Tað eru aftur Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, sum persónliga leggja uppskotið á tingborðið. Rættarnevndin viðgjørdi málið væl og virðiliga og innkallaðu fútan, Boga Davidsen, Sonju Jógvansdóttir, Karsten Høgnesen, Birtu Biskopstø og Karin Dahl, Sølvar Michelsen, Jógvan Zachariassen og Amnesty International, Føroya Deild. 

Hesa ferð verður uppskotið samtykt, og lógin verður endaliga dagførd – 17 atkvøður fyri og 15 ímóti – hetta hendir næstan 20 ár eftir at lógin varð dagførd í Danmark. 

2007 

Næsta Føroya Pride og seminar í Norðurlandahúsinum er á skránni. Umleið 300 fólk luttaka. 

 

2007 

Við Maritu Dalsgaard á odda verður leikurin Verkætlan Laramie vístur í Müllers Pakkhúsi frá 25. november til 12. desember í 2007. 

 

Leikurin snýr seg um ein ungan mann í lítla býnum Laramie, Wyoming, USA, sum verður so illa bukaður, at hann doyr av løstunum. Hendingin fær ikki einans lagnutungar avleiðingar fyri tann samkynda Matthew Shepard og ungu dreingirnar, ið framdu illgerðina. Hvør einasti íbúgvi í Laramie kemur í eina tvístøðu, har ikki slepst undan einari uppgerð við egið virðisgrundarlag – við samleika, sjálvsuppfatan, trúgv og spurningin um fólkaræði. 

Hetta er fyrstu ferð eitt dokudrama verður spælt í Føroyum. Ikki færri enn 54 leiklutir eru í leikinum. Hetta krevur nógv av leikarunum og tí var eitt sterkt og fjølbroytt lið av sjónleikarum savnað. Tey vóru Egi Dam, Birita Mohr, Gunnvá Zachariassen, Hjálmar E. Dam og Marita Dalsgaard, sum samstundis var leiðarin av verkætlanini. 

 

Leikurin fekk nógva umtalu millum fólk og í føroysku miðlunum. Jenis av Rana segði, at “leikir sum Fundamentalisturin, Verkætlan Laramie og Ginu Søgur eru bert niðurbrótandi. Teir fáa tummilin niðureftir frá mær!!!” og Carl Johan Jensen ummælti leikin við heldur óhepnu yvirskriftini: ”Synd er í tí, sum synd er í”. 

Skúlanæmingar vóru bjóðaðir at síggja leikin og skriva uppgávu um innihaldið aftaná. Eisini var stór lýsingarherferð gjørt fyri leikin, sum ikki er nakað, ið er vanligt fyri føroyskar sjónleikir. Vinnuvitan ummæltið herferðin og lat 4½ út av 6 møguligum stjørnum fyri avrikið. 

2008 

Mótmælistiltak, Lat tøgnina tala, er á Tinghúsvøllinum 20. februar. Samkynd vóru ónøgd við, at Tjóðveldi fór í samgongu við m.a. Miðflokkin, og lovar ikki at viðgera sokallaði “etisk” mál. Í tí sambandinum skrivaði nývaldi tingmaðurin Sjúrður Skaale eitt hvassorðað lesarabræv, har hann segði við øll samkynd; “Haldi nú kjaft við jamrinum”, sum eisini var heiti á lesarabrævinum. 

2011 

25. mai 2011 kallar Amnesty International Føroyar inn til almennan fund, har felagsskapurin ynskir at stovna eitt føroyskt netverk um LGBT evni, sum partur av nýggjari strategiskari heildarætlan fyri altjóða felagskapin. Niðurstøðan er, at uppmøttu fólkini ynskja sjálvi at seta nýggja LGBT rørslu á stovn í Føroyum. 

2011 

LGBT Føroyar, rørsla til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd, verður sett á stovn, 1. juni 2011. Omanfyri 100 fólk møta til stovnandi aðalfundin og rørslan fær sera jaliga umrøðu í almenna rúminum. 

 

2011 

Sirkus Føroyar, ið liggur í Vágsbotni í Havn, verður fyrsta almenna LGBT-vinarliga staðið hjá føroyingum at hittast. Hetta verður gjørt annaðhvørt mikukvøld um summari, og einaferð um mánðain um veturin. Tiltakið fær heitið “Out Night”, og verður eisini tikið upp millum føroysk LGBT fólk í m.a. Danmark og Bretlandi. 

 

2011 

Á sumri skipar LGBT Føroyar fyri stórum lýsingarátaki í flestu føroysku miðlum. Hetta var gjørt í eini roynd at gerast meira sjónlig og fyri at kasta eitt jaligt ljós á føroysk LGBT fólk. 

 

2012 

27. juli 2012 gjørdist ein stórur, ógloymandi og søguligur dagur fyri Føroyar og føroyingar. Meira enn 5.000 fólk (sambært løgregluni) tóku lut á triðju Faroe Pride skrúðgonguni í Havn. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Eivør, Nalja, Reykjavík Queer Choir, 200, Mike og Dreymaferðin við Búa & Dánjal luttóku. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, hildi hvør sína røðu. 

 

2012 

LGBT Føroyar vinnurin heiðurin sum ársins felagsskapur í danska kongaríkinum, tá rørslan vinnur árligu Axgil virðislønina, sum verður latin á stórum tiltaki í Keypmannahavn. 

 

2012 

Uttan at vilja tað, gjørdist Rasmus Rasmussen miðdepil í stríðnum hjá LGBTarum í Føroyum, tí hann vegna sína kynsligu sannføring varð álopin. Hetta hevði stórar persónligar fylgjur fyri Rasmus og hansara nærmastu, men gjørdist eisini tað, sum endaliga slóðaði fyri, at fólk fyri fyrstu ferð í Føroya søgu vóru vard vegna sína kynsligu sannføring. 

Rasmus er farin, men ein litfagur varði stendir eftir hann. Tvey ár seinni heiðrar LGBT Føroyar Rasmus Rasmussen, sála við ársins Róland Virðisløn. Faðir hansara tekur móti heiðrunum. 

 

2013 

Nýggj Gallup kanning vísir, at meira enn 2/3 av føroyingum eldri enn 15 ár stuðla samkyndum hjúnabondum í Føroyum.  Miðflokkurin er ikki blíður, og ákærir Gallup Føroyar fyri svik. Sami flokkur klagar ikki um svik, tá Gallup seinni um árið gevur flokkinum “nøktandi” veljaraúrslit. 

 

2013 

Kári Jacobsen úr bólkinum Nalja, sum sjálvur er samkyndur, hevur skrivað fyrsta føroyska Pride sangin, ið eitur “Ymisk” og verður nógv spældur í útvarpinum.. Kári hevur fingið fleiri aðrar føroyskar tónleikarar at syngja við sær á lagnum. Eitt nú kann nevnast: Jens Marni Hansen, Niels Arge Galán úr 200, Eyð Berghamar Jacobsen og Arnfríð Lützen 

 

2013 

Fjóra Faroe Pride skrúðgongan  dróg aftur hesa ferð fleiri túsundtals føroyingar til sín, sum allir ynskja eitt rúmligari føroyskt samfelag. Aftaná var stór ókeypis konsert, har Teitur, Grandma´s Basement, Jens Mari Hansen, Marius Ziska, Hjørdis Johannsen  og fleiri onnur luttóku. 

 

2013-2014 

Andstøðulimirnir Poul Michelsen (Framsókn), Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) og Rigmor Dam (Javnaðarflokkurin) leggja fram uppskot at broyta hjúnabandslógina, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum. Eftir drúgva viðgerð fellur uppskotið við einans 14 atkvøðum fyri.  LGBT Føroyar velur hesi trý til “Ársins Hinskynd”. 

 

2014 

Norðurlandahúsið sýnir fram myndaframsýningini “Gay Greenland” og skipar fyri serligum tiltaki um samkyndleika í norðuratlantshavinum. Borgarstjórarnir í Reykjavík og Nuuk, sum eru á almennari vitjan hjá borgarstjóranum í Tórshavn, Heðini Mortensen, seta og luttaka á tiltakinum. Heðin Mortensen, sum eisini skal luttaka, sigur seg tó ikki kunnu vera til júst hetta tiltakið á almennu ferðini, tí hann “skal røra í sósini” í samband við almenna døguðran seinni sama dag. 

Borgarstjórin setti Faroe Pride í 2012. 

 

 

 

2014 

Nógv føroysk list, sjónleikur, tónleikur, skaldskapur og stuttfilmar við LGBT evnum verða framleidd hesa tíðina og komandi árini. 

 

 

 

 

 

2014 

Faroe Pride flytur oman á Skálatrøð. 

 

2015 

Skipað verður fyri stórari Pride viku í Norðurlandahúsinum og aðrar staðni í Tórshavn. Eitt nú er fyrsta veruliga drag showið á skránni í Føroyum, eins og 6. Faroe Pride. 

 

 

 

2015 

Sonja J. Jógvansdóttir verður vald inn á ting við 3. flestum persónligum atkvøðum. Hon er fyrsti føroyski politikkarin, ið alment er úti sum samkynd. 

 

2016 

Hóast hetta verður henni lovað, verður hjúnabandslógin ikki partur av endaliga samgonguskjalinum, sum formennirnir hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn undirskriva. Hetta, umframt aðrar persónligar orsøkir gera, at Sonja velur at fara úr Javnaðarflokkinum og verður uttanflokskvinna. Saman við Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi), Hannu Jensen (Framsókn) og Kristiannu Winther Poulsen (Javnaðarflokkurin) leggur hon uppskotið, ið fall í 2014, fram aftur fyri Føroya Løgting. 

2016 

Viðgerðina av málinum um hjúnabandslógina er sera drúgv og nógvar kreftir arbeiddu hart fyri at steðga uppskotunum. 

 

 

 

 

 

 

2016 

29. apríl 2016 atkvøður Føroya Løgting við 3. viðgerð og við 19 atkvøðum fyri at broyta hjúnabanslógina, so samkynd, eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum, tá ið §14.2 er broytt ella strikað. 

 

 

 

2016 

LGBT Føroyar, Amnesty International Føroyar og Sirkus Føroyar skipa fyri serligum minningarhaldi í Sirkus fyri terrorálopinum á samkynda náttklubban Pulse í Orlando, USA. Fólk kunnu m.a. vísa samhuga við at skriva í bók, sum seinni varð latið amerikanska sendiharranum í danska kongaríkinum. 

 

 

 

2016 

Amerikanski sendiharrin í danska kongaríkinum setur og luttekur á sjeyndu Faroe Pride saman við manninum, Dr. Stephen DeVincent. Faroe Pride fær langt um leingi loyvi frá Tórshavnar kommunu at halda tiltakið mitt á Vaglinum. 

 

 

 

2017 

1. januar 2017 verður tvørkyndleiki tikin av almenna danska heilsulistanum yvir sálarligarsjúkur. Føroyska heilsuverkið ger tað sama. 

2017 

§14.2 í hjúnabandslógini broytt soleiðis, at Føroya Løgting endaliga atkvøður fyri broyttu hjúnabandslóg við 18 atkvøðum fyri. Magni Laksafoss, sum atkvøddi lógini í 2016, varð burturstæddur uttanlands, tá atkvøðast skuldi eftir 3. viðgerð 30. mai 2017. 

 

 

2017 

1. juli 2017 kunnu fyrstu samkyndu pørini gifta seg borgarliga í Føroyum. Fyrsta parið gjørdist Leslie Travers (48) frá Englandi og Richard McBride (47) frá Norðurírlandi. Teir giftust 6. september í Tórshavn. Annika Olsen, borgarstjóri, vígdi hjúnini. 27. september 2017 varð fyrsta føroyska samkynda parið gift í Føroyum. Vígslan fór eisini fram í Tórshavn. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, vígdi kvinnurnar, sum ikki ynsktu at vera navngivnar. 

 

2018 

Lógaruppskot hjá Miðflokkinum um at skipa fyri fólkaatkvøðu um hvørt samkynd framvegis kunnu sleppa at gifta seg borgarliga í Føroyum fall við stórum meiriluta. 

2018 

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin, Framsókn umframt Magni Laksafoss, Edmund Joensen og Bárður á Steig Nielsen samtyktu at loyva m.a. samkyndum pørum at ættleiða børn – bæði sum gift og ógift pør. 

2018 

12 ár eftir at nógv umstrídda §266b síðst var og vendi í Føroya Løgtingi, samtykti eitt samt løgting nýggju føroysku umsetingin av Revsilógini. Nú á føroyskum, men framvegis við verjuni um “seksuel orientering” í lógartekstinum –  sum nú er umsett til kynsligan samleika. Áhugavert var at eygleiða, at sjálvt Karsten Hansen (táverandi varalimur fyri Miðflokkin) atkvøddi hesu ferð fyri dagførdu §266B, sum annars var høvuðsorsøkin til, at hann í 2006 fór úr Tjóðveldisflokkinum og yvir í Miðflokkin. 

2018 

Lógaruppskotið hjá Sonju J. Jógvansdóttir, sum skuldi banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðinum, varð felt av tí, at Framsókn ikki atkvøddi saman við restini av samgonguni fyri lógaruppskotinum. Lógin hevði sett bann fyri happing og at gera mismun á fólki á arbeiðsmarknaðinum vegna kynsliga sannføring, kynsligan samleika, rasu, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Slíkar lógir eru longu galdandi í øllum ES londum og fleiri øðrum londum við, men framvegis ikki í Føroyum. 

2019 

Norðurlandahúsið í Føroyum fær ársins virðisløn frá LGBT Føroyum undir Faroe Pride 2019 fyri sín drúgva stuðul til LGBT rørsluna. Norðurlandhúsið velur samstundis at flagga við einum ælabogaflaggi uttanfyri húsið. Hetta fær øði í Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann, sum ikki heldur, at Norðurlandhúsið skal flagga við ælabogaflagginum á Pride degnum í Føroyum. 

2019 

Undir valdystinum til løgtingsvalið í 2019 róðu fleiri valevni og einstakir flokkar upp undir, at um tey vóru vald, so fóru tey at avtaka núverandi hjúnabandslóg, sum loyvir samkyndu at gifta seg borgarliga í Føroyum. 

 

Eftir Løgtingsvalið fóru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin í samgongusamráðingar. Mitt undir samráðingunum fer formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, alment út í KVF at fortelja, at málið hjá hansara flokki í samráðingunum var, at “reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann”. Hann nýtti samstundis høvið at kalla samkynd fyri smábørn, sum bara vilja hava og hava, og at hjúnaband millum tvey av sama kyni var ein “spilt vøra”. 

Hetta fekk øði í eina stóra mong av føroyingum, sum alment fóru út og talaðu at niðrandi orðunum hjá formanninum og funnust at møguleikanum, at ein nýggj samgonga fór at bakka hjúnabandslógina aftur. Hetta var serstakliga sjónligt á sosialu miðlunum, har vangamyndir í túsundatali fingu ælaboga litir. Tað var ikki einans veljarar hjá anstøðuni, ið vóru í øðini og talaðu at. Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum gekk somuleiðis á odda saman við mongu øðrum sambandsveljarum og valevnum og løgdu trýst á Sambandsflokkin um, at ikki fylgja ynskinum hjá Miðflokkinum og øðrum nývaldu løgtingslimum um at bakka hjúnabandslógina aftur. 

Tað tykist sum um trýstið virkaði, tí tá nýggja samgonguskjalið endaliga varð undirskrivð, fekk hjúnabandslógin frið og samkynd mistu ikki síni vunnu rættindi at giftast borgarliga í Føroyum. 

2019 

Beinta Løwe verður vald inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi. Hetta er aðru ferð, at ein opin samkyndur føroyingur verður valdur inn á Ting. Sonja J. Jógvansdóttir varð tann fyrsti. Hon varð vald fyri Javnaðarflokkin, men gjørdist seinni limur í Tjóðveldi. Hon stillaði ikki upp aftur til Løgtingsvalið í 2019. 

2019 

Jenis av Rana verður nýggjur Uttanríkis- og Mentamálaráðharri og eitt tað fyrsta nýggi landsstýrismaðurin ger, er at ávara føroyingar og føroysk foreldur um, at ikki loyva børnum og ungum at vitja árliga Faroe Islands International Minority Film Festival. 

2019 

Rok tekur seg upp, tá danski leikbólkurin Teatret Zeppelin brádliga fekk boð um, at tey ikki sluppu at skipa fyri verkstovuni BRYD! í Fuglafjarða skúla, hóast skúlin hevði bjóðað teimum til tað sama. Leikbólkurin varð vendur í hurðini eftir, at harraboð komu frá Sofusi Gregersen, formanni í skúlastýrinum í Fuglafirði um, at skúlastjórin ikki skuldi loyva verkstovuni avlíkavæl. Eftir brádligu avgerðina hjá formanninum fann hann ein meiriluti fyri avgerðini í skúlastýrinum, men tað vóru samstundis fleiri limir í stýrinum, sum vóru harliga ímóti avgerðini hjá formanninum og talaðu eisini at hesi avgerð alment. Danski leikbólkurin, sum Listaleypurin hevði fingið til Føroyar, framførdi seinni fyri framhaldsdeildunum á Sandi og í Tvøroyri. Har varð bólkurin væl mótikin, og bæði næmingar og lærarar lótu væl at verkstovuni, sum snúði seg um um kynsnormar og samleika og skuldi varpa ljós á javnstøðu, antihapping, tolsemi og fólkaræði. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt skúlastýri í Fuglafirði velur, at censurera tilfar, ið er LGBT+ relevant. Tað sama hendi 31 ár frammanundan, tá táverandi skúlastýri noktaði skúlanum at nýta føroyskt tilfar um HIV og AIDS, m.a. tí ein samkyndur maður slapp til orðanna í tilfarinum. 

 

2020 

Lívslanga bannið hjá samkyndum monnum at lata blóð í Føroyum varð avtikið, eftir at danska heilsuverkið avgjørdi at gera tað sama. Men hetta er tó einans galdandi fyri menn, sum ikki hava havt kynsligt samband við aðrar menn síðstu 6 mánaðarnar. Í Danmark er sóttarhaldið 4 mánaðir og í Bretlandi er tað bara 3 mánaðar. Føroyska heilsuverkið fylgir vanliga altíð vegleiðingunum og mannagongdunum hjá danska heilsuverkinum, men hevur valt at ikki gera so í hesum føri, tá talan er um longdina á sóttarhaldinum. 

In the long history of the world, only a few generations have been granted the role of defending freedom in its hour of maximum danger. I do not shrink from this responsibility – I welcome it. 

– John F. Kennedy 

bottom of page