top of page

Karin Kjølbro

Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á Ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.

Karin Kjølbro, sum varð onnur av fyrstu kvinnunum, ið vóru valdar beinleiðis inn á Føroya Løgting, hevur altíð arbeitt fyri rættindunum hjá minnilutum í Føroyum.

 

Longu í 1979 legði hon fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki samtykt fyrr enn í 1994.

 

Í 1971 var Karin við til at stovnað Javna, og hevur annars gjørt stórt og munagott arbeiði fyri at skapa javnstøðu og javnrættindi Føroyum.

HVØRKI TORDUR ELLA ”BØSSER OG LESBISKE”

Í Dimmalætting í dag sigur Tordur Niclasen frá hvussu felagið av ”bøssum og lesbiske” hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið um háaktuellu broytingina í revsilógini í samband við viðgerðina á Fólkatingi um hetta mál.

 

Bæði Tordur og tey homofilu hava sín góða rætt í okkara demokratiska samfelagi at siga sína hugsan, men her er vert at leggja afturat, at hvørgin kann forða løgtingsins rættarnevnd at koma við viðmerkingum og tilmæli um, hvussu henda lógarbroyting skal tulkast í Føroyum.

 

Nevndin kann eitt nú koma til ta niðurstøðu og við tí tilmæli, at broytingin einans førir við sær bann av hóttan, háðan og eyðmýking av fólki, við øðrvísi kynslívi enn tí ”normala”. Hetta var eisini ætlan landsstýrisins.

 

Hóast føroyskt lóggávuvald er avmarkað, so er ikki orsøk eisini at skerja tað uppaftur meira. Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at leggja afturat, at tá talan er um brot á revsilógina í Føroyum fyri kynsligan ágang móti børnum og ungum, so er tað aloftast talan um menn, ið ikki eru homoseksuellir. Ofrini eru gentubørn. Dømi eru um dómar av homoseksuellum slagi. Lógarbrot av lesbiskum slagi havi eg ongantíð hoyrt um í Føroyum.

 

Fari at nýta høvi til at takka Birthu Nielsen fyri klóka og greiða lesarabræv hennara í Sosialinum í dag. Tað munnu framvegis vera nógvir gamlir næmingar hjá Johan Nielsen, ið ikki hava gloymt hann og altíð afturvendandi ráð hansara til okkara úr Halgubók: Tað tú vilt at onnur gera ímóti tær, gert tú ímóti øðrum.

 

Argir, hin 26. mars 1988

Karin Kjølbro

bottom of page