Á festivalinum Frítt Flog, sum verður fyri børn og ung í Norðurlandshúsinum, verður ein áhugaverdur sjónleikur mánakvøldið 28. mars kl. 19.00
Nick er ein av teimum bestu fótbóltsspælaranum, og pápi hansara, sum eisini er venjari, hevur stórar ætlanir fyri sonin.
Fótbólturin er alt hjá Nick, og hann droymir um tær stóru deildirnar.
Asbjørn byrjar á liðnum í tí lítla felagnum og tað sigst at hann er dugnaligur.
Asbjørn verður at byrja við argaður, tí hann er úr Holte, men tá Nick verjir hann, gerast teir vinir. Vinalagið verður til tokka, og Nick veit ikki hvat hann skal gera við støðum. Serliga tí at hann veit at bøssar ikki spæla í Superliguni… og tí slaturin gongur beint áðrenn ein týdningarmiklan dyst, har talentleitarar frá fótbólstskúlanum koma at hyggja.
Skulu teir fara burturúr og uppgeva sínar dreymar fyri at kunna vera teir, teir eru, ella skulu teir “bara” lata sum onki?
Offside snýr seg um at vera bangin fyri at vera tann tú ert, og um hvussu tíðum niðurgerandi málburðurin á vøllinum, skapar eitt ótrygt umhvørvi fyri ungar fótbóltsspælarar, sum eru samkyndir.
Aldurbólkurin fyri leikin er 13+ og til ber at keypa atgongumerkir á www.nlh.fo
Comments