top of page

Ársins Róland latin Anniku og Karin


Heiðurslønin verður latin av nevndini í LGBT+ Føroyum fyri at heiðra minnið um Róland Samuelsen, sála.


Heiðurslønin verður latin LGBTara, sum LGBT+ Føroyar metir, hevur givið eitt týdningarmikið og langt íkast til stríðið fyri javnbjóðis rættindum til LGBT+arar í Føroyum.


Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT+ føroyingar.


Ársins Róland fyri 2021 er latin Anniku S. Vang og Karin Jacobsen Vang fyri tað megnar arbeiði, tær hava gjørt í stríðnum fyri rættindunum hjá samkyndum foreldrum og teirra børnum. Tær eiga størsta heiðurin av, at hetta mál er á politisku dagskránni, og at løgtingið nú enn einaferð skal taka støðu til umstøður og rættindi hjá samkyndum foreldrum og børnum teirra. Í grundgevingini fyri heiðurin verður sagt soleiðis: ”Hesin heiður fer til tvær kvinnur, sum øll í Føroyum kenna. Tvær mammur, sum ótroyttiliga stríðast fyri viðurkenning og sínum rætti at vera foreldur at sínum egnu børnum. Tit eru foreldur í hjartanum, í gerandisdegnum – men ikki í lóggávuni. Tit eru andlitið og hjartað í stríðnum. Tit eru erligar og tora eisini at vísa, hvussu kensluborið hetta stríðið er fyri tykkum. Tit raka nakað í fólki, sum ger, at tað ikki ber til at taka frástøðu frá tykkum og tí, tit stríðast fyri. Hóast mótburð reisa tit tykkum altíð aftur. Tit nokta at góðtaka tann órætt, politiska skipanin fremur ímóti LGBT-foreldrum og børnum teirra. Tit stríðast tað góða stríðið, og tað vinnur altíð. Tit hava longu vunnið stóra viðurkenning millum fólkið. Ein stórur partur av Føroya fólki stuðlar tykkum, og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn eisini lóggávan fer at rúma tykkum og børnum tykkara. Artan Eli og Ria Vón eru enn ov ung at skilja, hvussu einastandandi djarvar mammur, tey bæði hava. Men tá ið tey verða eldri, verða tey nakað errin og takksom. Takk fyri tykkara áhaldandi stríð og fyri, at tit gera Føroyar litríkari og stuttligari”.


25 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page