top of page

Hannus Guttesen, sáli

Hannus Guttesen, var samkyndur og fyrsti persónur, ið andaðist av herviligu sjúkuni AIDS í Føroyum.

 

Tá ið eingin annar tordi at standa fram, bæði sum samkyndur og HIV-raktur, valdi Hannus at taka lut í grípandi føroyskari dokumentarsending.

 

Sendingin varð fyrstu ferð send í Sjónvarp Føroya 13. oktober 1991, og elvdi tá til mikið kjak í almenna rúminum.

 

Hannus Guttesen andaðist á sumri í 1991. Vit lýsa frið yvir minnið eftir Hannus Guttesen – ein av okkara LGBT hetjum!

Verjuleysur - Hannus Guttesen, sáli

bottom of page