top of page
virðislønir.jpg

VIRÐISLØNIR

LGBT+ Føroyar letur regluliga virðislønir til fólk, felagsskapir o.l., sum gera Føroyar til eitt litríkari stað at virka og liva.

Ársins hinskynd og ársins miðlavirðisløn verða nú kallaðar LGBT+-virðislønin, meðan Ársins Rólant verður kallað Rólantsvirðislønin.​

RÓLANTSVIRÐISLØNIN

Heiðurslønin verður latin av nevndini í LGBT+ Føroyum fyri at heiðra minnið um Rólant Samuelsen, sála. Heiðurslønin verður latin einum LGBT+’ara, sum LGBT+ Føroyar metir, hevur givið eitt týdningarmikið og langt íkast til stríðið fyri javnbýtis rættindum til LGBT+’arar í Føroyum. Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpa eitt jaligt ljós á LGBT+-føroyingar.

Pride Parade

​LGBT+-VIRÐISLØNIN

LGBT+-virðislønin verður latin fólki, feløgum, felagsskapum ella miðlum, sum eru við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBT+’arar, ella sum hava verið við til at veita stuðul ella hjálp til okkara bardaga fyri fullum javnrættindum í Føroyum.

bottom of page