top of page

ÁRSINS HINSKYND

Hvønn dag møta vit gerandis hetjur, ið slóða fyri, at LGBT+'arir kunnu virka í dagsins Føroyum.

Ársins hinskynd ella LGBT virðislønin, sum hon eisini verður rópt, verður latin til ein persón ella felagsskap, sum hava verið við til at veita stuðul ella hjálp til okkara bardaga fyri fullum javnrættindum í Føroyum.

Pride Parade

2011


ANITA Á FRÍÐRIKSMØRK OG FINNUR HELMSDAL, SÁLI
 

Henda virðisløn verður latin fyri ára langt stríð fyri rættindum hjá LGBT føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av §266b í straffilógini.

 

Hetta varð gjørt heili tvær ferðir, áðrenn lógin endiliga varð dagførd í 2006.

 

Vegna hesi avrik vil LGBT Føroyar og limir tess heiðra og takka tykkum fyri tykkara týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum.

 

Hetta fara vit ongantíð at gloyma tykkum fyri.

2014


BJØRT SAMUELSEN, POUL MICHELSEN OG RIGMOR DAM

Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT+ føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum – eins og í øllum øðrum Norðurlondum.

 

Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul tit hava víst okkum.

 

Hetta fara vit ongantíð at gloyma.

 

Tykkara jaliga pláss í føroyskari søgu, er longu væl og virðiliga tryggjað!

 

Drívið á!

POULRIGMORBJØRT.jpg
anna-1024x973.jpg

2015


ANNA DALSGAARD
 

Henda virðisløn verður latin tær fyri at varpa ljós á vantandi sjónligheit av samkyndleika og LGBT+'arum í føroyska fólkaskúlanum.

 

Eisini verður virðislønin latin fyri munagott arbeiði sum lærari, ráðgevi og stuðul hjá mongum LGBT+ børnum og ungum.

 

Vegna hesi avrik vil LGBT+ Føroyar og limir tess heiðra og takka tær fyri títt týdningarmikla íkast, og fyri tann dygga stuðul, ið tú hevur víst okkum og føroyskum ungdómi annars

2016

BJØRT SAMUELSEN, HANNA JENSEN OG KRISTIANNA WINTHER POULSEN

Henda virðisløn verður latin fyri drúgva stríð tykkara fyri javnrættindum hjá LGBT+ føroyingum, og fyri at leggja fram uppskot fyri Føroya Løgting, og endaliga fáa hetta viðtikið, um dagføring av hjúnabandslógini, so samkynd eisini kunnu giftast borgarliga í Føroyum.

 

Vegna hetta søguliga avrik, vilja LGBT+ Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri tað týdningarmikla arbeiði og tann dygga stuðul, tit hava víst okkum og fyri einum rúmligari Føroyum.

 

Hetta fara vit ongantíð at gloyma.

 

Tykkara pláss í føroyskari søgu, og ikki minst í okkara hjørtum, er hervið tryggjað!

 

Túsund takk fyri!

HANNA JENSEN KRISTIANNA BJØRT.jpg
virðislønir.jpg

2017

FRAMSØKIN UNG, UNGA TJÓÐVELDI, SOSIALISTISK UNG
OG UNGMANNAFELAGIÐ SAMBAND

Hendan virðisløn verður latin teimun fýra ungmannafeløgum: Framsøkin Ung, Unga Tjóðveldi, Sosialistisk Ung og Ungmannafelagið Samband, sum í áravís og aftur til løgtingsmál nr. 102/2016 stóðu saman fyri at vísa teirra stuðul til samkyndar føroyingar og javnrættindi fyri okkum øll.

 

Tykkara dirvið, drúgva stríð, ótroyttandi arbeiði og megnar stuðul, hevur verið við til at flyta mørk, broyta hugburð og hjørtu og ikki minst atkvøðurnar hjá summum av tykkara flokslimum, soleiðis, at vit í felag megnaðu at skapa einar javnrættari Føroyar.

 

Vegna hetta stóra og søguliga avrik, vilja LGBT+ Føroyar og limir tess fegin heiðra og takka tykkum fyri hetta týdningarmikla arbeiði.

 

Hetta fara vit ongantíð at gloyma.

 

Politiska framtíðin í Føroyum er bjørt við tykkum á odda.

 

Stóra takk fyri!

2018

AMNESTY INTERNATIONAL FØROYAR

Hendan heiðursløn verður latin Amnesty International Føroyar fyri at hava verið ein katalysator fyri, at LGBT Føroyar rørslan varð sett á stovn í 2011.

 

Amnesty International vildi tá, eins og í dag, seta vantandi rættindi hjá sam-, tví- og tvørkyndum kring heimin í miðdepilin – og tí eisini í Føroyum.

 

Tí kallaði Amnesty International Føroyar inn til almennan fund í hølunum hjá felagsskapinum á vári 2011.

 

Úrslitið varð, at føroysku LGBT´'arnir, ið møttu upp til fundin, valdu at seta á stovn egna rørslu.

 

Tað gjørdist LGBT Føroyar, síðani LGBT+ Føroyar.

 

Amnesty International Føroyar hevur síðani gingið hvørt ár á odda á Faroe Pride skrúðgongunum, eins og felagsskapurin hevur skrivað fleiri lesarabrøv, luttikið í politiskum hoyringum og fingist við annað lobbyvirksemi í eini roynd at betra um korini hjá LGBT+'arum í Føroyum og at veita hesum javnrættindi.

 

Hetta arbeiði hevur eisini givið jalig úrslit í Føroyum við m.a., at samkynd nú kunu giftast borgarliga í Føroyum.

 

LGBT Føroyar vil fegin heiðra og takka felagsskapinum og limum tess fyri hetta týdningarmikla og meiningsfulla arbeiði við at lata hesa heiðursløn til mannarættindafelagsskapin

amnesty-1024x768.jpg
gunn-1024x918.jpg

2019


NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM

Hendan heiðursløn verður latin Norðurlandahúsinum í Føroyum fyri at hava gingið á odda við at veita rúm og innivist fyri føroysku LGBT rørsluni.

 

Norðurlandahúsið hevur mangan verið fyrst, tá ið tað snýr seg um ymiskt týðandi og slóðbrótandi virksemi hjá LGBT Føroyum.

 

Norðurlandahúsið var m.a. vertur fyri fyrsta Pride tiltakinum í Føroyum í 2005.

 

Norðurlandahúsið skipaði fyri fyrsta veruliga dragshowinum í Føroyum í 2015, og Norðurlandahúsið var fyrsta arbeiðsplássið í Føroyum, sum lat síni starvsfólk alment umboða stovnin í Faroe Pride skrúðgonguni.

 

Harumframt hevur stovnurin í áravís framleitt, samskipa, fíggja og hýst hópin av alskyns tiltøkum, listaframsýningum, sjónleikum, filmsframsýningum, dansisýningum, framløgum, konsertum o.l., sum á ymiskan hátt hava lýst og endurspegla LGBT+'arar og LGBT+ viðurskifti – bæði føroysk, norðurlendsk og altjóða.

 

Somuleiðis hevur Norðurlandaráðið og tess stovnar verið ein góður stuðul hjá LGBT+ rørsluni kring øll norðurlond eins væl og í Føroyum. LGBT+ Føroyar vil tí fegin heiðra og takka stovninum, eins og fyrrverandi og núverandi starvsfólkum, fyri hetta drúgva, týdningarmikla og meiningsfulla arbeiði við at lata hesa heiðursløn til Norðurlandhúsið í Føroyum. Stóra takk fyri!

2021


B36 KVINNURNAR
 

Hendan heiðursløn verður latin B36 kvinnum fyri við kappingarbyrjan at hava tikið avgerð um at nýta eitt ælabogalitt liðskiparaband.

 

Olga Kristina Hansen, liðskipari, hevur í fjølmiðlunum greitt væl frá, hví tær tóku hesa støðu.

 

Hóast boð komu frá FSF um, at ikki var loyvt at spæla við ælabogalitta liðskiparabandinum, so stóðu tær stinnar og hildu fast í teirra avgerð.

 

Tí fyri tær snúði tað seg um at virða øll menniskju.

 

Tit eru fyrimyndir, og vit takka tykkum av hjarta fyri, at tit gera fótbóltin rúmligan, og soleiðis vísa á, at fótbólturin skal vera eitt stað, har øll skulu kenna seg væl og trygg.

 

Vit hava í ár sæð fleiri fótbóltsfeløg vísa sín stuðul í stríðnum móti mismuni, vit hava sæð fótbóltsspælarar í øllum aldri, hondbóltslandsliðið hjá monnum, kappróðrabátar, dómarar o.o bera ælabogalitt liðskipararbond, lissur ella sveittabond.

 

Vit takka øllum, sum vísa lit, tí tað er bert við at taka støðu, at vit veruliga kunnu forða fyri, at munur verður gjørdur á fólki vegna húðarlit, átrúnað, kyn ella kynsliga sannføring.

 

Tit – B36 kvinnur – tóku støðu, tit vardu hesa støðu og stóðu fast við hana. Tað vísir styrki og dirvi og ein hugburð, sum bæði tænir fótbóltinum og samfelagnum”.

Saman við heiðursbrævinum fingu allar á liðnum plakatina, sum Heiðrikur Á Heygum gjørdi í samband við 10 ára stovningardagin hjá LGBT+ Føroyar og eitt ælabogalitt sveittaband.

 

Olga Kristina Hansen, liðskipari, takkaði vegna allar á liðnum og segði at tær ætlaðu at halda áfram á sama hátt og við góðum treysti.

B36Kvinnur-573x1024.jpg
bottom of page