top of page

Dagmar Joensen-Næs

Dagmar Joensen-Næs er journalistur við drúgvum royndum innan starvsgreinina.

 

Hon hevur framleitt mangar áhugaverdar sendingar í Kringvarpinum. Samkynd minnast kanska best dokumentarsendingarnar Verjuleysur – Hannus Guttesen frá 1991 og Úr myrkrinum frá 1994.

 

Báðar sendingarnar vóru slóðbrótandi, fluttu mørk og elvdu kjak í Føroyum. Hetta var fyrstu ferð, nógvir føroyingar alment sóu samkyndar føroyingar, og sendingar vóru við til at geva rúm fyri at tosa um evnið alment.

 

Í 2015 gjørdi Dagmar aftur tvær áhugaverdar dokumentarsendingar um søguna hjá samkyndum føroyingum. Sendingin í tveimum pørtum fekk heitið: Av hinum slagnum.

av hinum slagnum 1.jpg

Av hinum slagnum

Útlegdin

Samkyndir føroyingar hava verið umtalaðir sum fólk av hinum slagnum.

Í nógv ár fjaldu tey sín sanna samleika ella rýmdu av landinum til stórbýir, har tey kundu liva frítt.

Tey fyrstu, ið valdu at liva opið heima í Føroyum, høvdu tað ikki altíð lætt.

Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.

av hinum slagnum 2.jpg

Av hinum slagnum

Glíðibreytin

Eitt álop á ein ungan samkyndan mann gjørdist atvoldin til, at løgtingið endiliga samtykti at banna mismun vegna kynsligan samleika.

Samkynd hava nú fingið meira rúmd í samfelagnum, men enn vilja fleiri samkyndir føroyingar heldur búgva í øðrum londum, tí tey hava ikki somu rættindi í Føroyum.

Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.

bottom of page